17. juni 2019

Maður og magasýrutrupulleikar?

Í samband við Mens Health Week 2019 hevur apotekið varpað ljós á menn og magasýrutrupulleikar.

Hví fái eg bróstsviða?

Niðast í vælindinum situr ein lokavøddi, ið tryggjar at magasýra ikki verður trýst upp í vælindið. Við árunum kann hesin vøddin vikna, og tað kann føra við sær, at magasýra rennur upp í vælindið og gevur bróstsviða. Ov stórt trýst í maganum, t.d. vegna yvirvekt ella um ein etur ov stórar máltíðir, kann eisini veikja lokavøddan og harvið føra til bróstsviða. 

Á apotekinum vegleiða vit fegin um viðgerð av bróstsviða. Les eisini meir um magasýrutrupulleikar her.

Yvirskrift, um tørvur er á tí

Upplatingartíðir