Sterkar vitaminir og mineral

Ein bólkur av heilivági verður nevndur “Sterkar vitaminir og mineral”. Her er tað virkna evnið einans vitaminir ella mineral. Innihaldið av vitaminum og mineralum er væl hægri enn tann vanligi dagligi tørvurin hjá vaksnum fólki. Hesar stóru mongdir kunnu ávirka kroppin øðrvísi enn vanligur kostur, og tískil líkist hetta meira heilivági enn kostískoyti.

Verður tað bólkað sum heilivágur, skal tað góðkennast av heilsumyndugleikunum. Tá ið tað er góðkent, fær vøran eitt nummar (MT-nummar), sum skal standa á áskriftini. Hetta merkir samstundis, at krøv eru til framleiðslu, góðsku og skjalaprógv um trygd. Sterkar vitaminir og mineral kunnu bara góðkennast til at fyribyrgja og viðgera sonevndar trotastøður.

Upplatingartíðir