Klinisk farmasi

Klinisk farmasi er fakøkið, har apoteksstarvsfólk, í samstarvi við heilsustarvsfólk og borgara, tryggja skynsama og trygga nýtslu av heilivági og tólum í samband við heilivágsnýtslu, so tað gagnar borgara og samfelag.

Kliniski stápurin er ein stápur, settur undir landsapotekaranum og veitir tænastu innan kliniska farmasi í primera og sekundera geiranum. Hesar tænastur eru á sjúklinga-, deildar- ella leiðslustigi, treytað av hvør málbólkurin fyri tænastuna er. Kliniski stápurin er samansettur av fimm farmaseutum, svarandi til 2,25 fulltíðarstørv, og tveimum farmakonomum, svarandi til 1 fulltíðarstarv.

Tænastur í primera geiranum umfata m.a. heilivágsgjøgnumgongd í samband við skamtlutan av heilivági til borgarar og heilivágsgjøgnumgongd á røktar- og ellisheimum, umframt ráðgeving um heilivág á apotekunum, skoðan í samband við heilivág, ráðgeving og undirvísing av øðrum yrkisbólkum. 

Í sekundera geiranum verða tænastur veittar á sjúkrahúsi. Hesar tænastur fevna m.a. um heilivágstænastu á deildunum, so sum bílegging og móttøka av heilivági, árligt eftirlit og innanhýsis skoðan. Eisini verður kunning og ráðgeving um m.a. heilivág og heilivágsnýtslu veitt heilsustarvsfólki.

 

Klinisk farmasi
Staravegur 15
100 Tórshavn
+298 40 40 40 landsapotekarin(kurla)apotek.fo
+298 40 40 40
landsapotekarin(kurla)apotek.fo
mánadag - fríggjadag
10:00 - 15:00
Upplatingartíðir