Intimrøkt er at halda tey intimu støðini (tey uttaru kynsgøgnini) rein og soleiðis minka um trupulleikar, sum kunnu íkoma. Intimrøkt er galdandi fyri bæði menn og kvinnur, sjálvt um tað oftast eru kvinnur, sum hava trupulleikar í intimu støðunum.
Vaska eina ferð um dagin við intimsápu. Tað er umráðandi at nýta eina sápu, sum hevur lágt pH-virði, umleið 4. Súrheitin (lágt pH-virði) verjir fyri bakterium og ójavnvági. Trupulleikar, so sum skriði, sviði ella luktur úr intimzonuni í neðra, kunnu koma av broytingum í pH-virðinum í móðurskeiðini.
Hjá mannfólki er umráðandi at vaska undir forhúðini fyri at minka um vandan fyri bakteriuvøkstri. Forhúðin er ring at fáa upp á pláss, um húðin á penishøvdinum er heilt turr, tískil er týdningarmikið hjá mannfólki at væta penishøvdið.
Útflotið í móðurskeiðini verður mjólkarhvítt og grýnut. Oftast fer eisini at svíða, og tað skríður.
Nógv fáa ampa í hesum sambandi og fáa soppaígerð.
T.d. tá ið tú hevur mánasjúku, ávirkast slímhinnurnar (rovurnar), og tú kann fáa ampa av hesum. Hetta hvørvur sum oftast av sær sjálvum. Hormonbroytingar í skiftisárunum ávirka eisini rovurnar, sum kunnu gerast turrar. Hetta gevur sviða ella eina brennandi kenslu í móðurskeiðini.
Kvinnur, sum ávikavist hava eitt nú diabetes, eru í prednisolonviðgerð, hava ringa immunverju ella taka heilivág, sum ávirkar immunverjuna, eru í størri vanda at fáa sopp í móðurskeiðini.