07. oktober 2021

Bróstkrabbi

Í oktobur mánaða varpa vit her á apotekinum ljós á bróskrabba. Bróstkrabbi er tað slagi av krabba, sum rakar flest kvinnur. Tíggjunda hvør kvinna verður rakt av bróstkrabba.

Tað er umráðandi at kanna bróstini javnan fyri at gerast varug við møguligar broytingar. Um broytingar merkjast, er umráðandi at venda sær til lækna, hóast broytingar ikki altíð eru tekin um krabba. Tíðin er altýðandi - tess fyrr ein møgulig viðgerð kann byrja, tess betur. 

Viðgerð fyri krabbamein er tíbetur batnað nógv seinastu árini og fleiri gerast frísk. Tað eru tíverri nøkur sum fáa seinárin av krabbameinssjúkuni og viðgerðini. 

Apoteksverkið hevur ein Tjekk-lista yvir vørur, sum eru góðar at eiga. Vørur sum kunnu verða við til at linna um bæði hjáárin og seinárin, ið kunnu standast av viðgerð og sjúku.

Sí Tjekk-listan her:

Yvirskrift, um tørvur er á tí

Upplatingartíðir