28. oktober 2019

Ókeypis koppseting fyri kikhosta til barnakonur

Heilsumálaráðið hevur avgjørt, at tað frá 26. oktobur 2019 er ókeypis fyri barnakonur at koppsetast fyri kikhosta. Tilboðið er galdandi til 1. februar 2020.

Danska heilsuráðið Sundhedsstyrelsen mælir til, at allar barnakonur verða koppsettar fyri kikhosta. Í Danmark er ein kikhostafarsótt staðfest, og eisini eru tilburðir av kikhosta staðfestir í Føroyum. Í tí sambandi verður mælt til, at allar barnakonur í viku 32 verða koppsettar. Tilboðið er eisini galdandi fyri barnakonur, sum eru í viku 33-39, tá tilboðið kom í gildi.

Við at koppseta mammuna, so kann nýfødda barnið verða vart, inntil barnið sjálvt kann verða koppsett, sum 3 mánaðar gamalt. Les eisini um kikhostakoppseting til børn her.

Koppsetingin verður givin hjá kommunulækna og verður bjóðað sum ein DiTeKi-endurkoppseting. Koppestingin er ein samansett koppseting sum inniheldur evni fyri difteri, tetanus og kikhosta.

Sí tíðindi frá Heilsumálaráðnum her. Kunngerðin sæst her.

Yvirskrift, um tørvur er á tí

Upplatingartíðir