Krímsjúka, beinkrím ella influensa er tann vanligasta av øllum sjúkum.
Krím kemur av influensu- ella krímvirusi, sum setur seg í munn, nøs, háls ella lungu. Av tí at krím kemur av einum virusi, kann penisillin ikki lekja krím. Sjúkan smittar illa sum dropasmitta við hosta ella njósa og varir sjáldan longur enn eina viku. Krím er vanligt seint um heystið og út á veturin.
Hjá frískum børnum, ungum og miðaldrandi er sjúkan ofta ódrúgv.
Men hjá eldri fólki yvir 65 ár og fólki í vanda fyri at fáa eftirsjúku av beinkríminum, eitt nú tey, ið hava sukur-, hjarta-, lungna- ella nýrasjúku, kann krímsjúka verða lívshættislig. Tí eiga fólk í hesum vandabólkum at fara til lækna at verða koppsett fyri krím hvørt heyst, umleið í oktober, áðrenn krímárstíðin byrjar.
Koppseting fyri krím kann fyribyrgja, og um fólk kortini fáa krím, lættir koppsetingin munandi um sjúkueyðkennini. Koppsetingin virkar í umleið 6-12 mánaðir og byrjar at virka umleið 2-3 vikur eftir koppsetingina.
Fyri tipta nøs fæst ávikavist nasapístr ella dropar, ið gera tað lættari at anda longu eftir fáum minuttum. Pístrið og droparnir virka í 10-12 tímar. Tú kanst nýta nasapístr/dropar fyri tipta nøs 3 ferðir um dagin í mesta lagi 10 dagar í senn.
Børn undir 2 ár eiga ikki at nýta hetta, men kunnu ístaðin fáa saltvatn, sum eisini fæst til keyps á apotekinum. Saltvatn tynnir snorið, soleiðis at tað rennur betur úr nøsini.
Fyri sáran háls fáast súgvitablettir, sum virka ávikavist staðdoyvandi, pínustillandi og/ella sóttreinsandi í hálsinum. Fyri turran hosta fáast hostadoyvandi tablettir ella sevja. Eisini fæst hostasevja, brúsutablettir og vanligar tablettir fyri at loysa slím.
Fyri høvuðpínu kanst tú taka pínutablettir, ið innihalda Paracetamol. Børn kunnu eisini fáa Paracetamol, men best er at tosa við lækna um tað. Um barnið er undir 2 ár, skal læknin taka støðu til viðgerð. Pínustillandi fæst í tablettum, smeltitablettum, upploysiligum tablettum, sevju ella stikkpillarum.
Sjúkueyðkennini av krími hvørva sum oftast eftir einari viku ella so, og tá er ikki neyðugt at fara til lækna. Um sjúkueyðkennini vara í meira enn eina viku, og um tú fært fepur, ella um tú afturvendandi hevur krím, eigur tú at fara til lækna at verða kannað/ur nærri.