18. januar 2019

Diabetes í Føroyum

Føroyskir menn eru í serliga stórum vanda fyri at fáa diabetes typu 2. Hetta vísur ein kanning sum varð gjørd í Føroyum frá 2012-2014.

Føroysk hagtøl frá 2012-2014 vísa, at føroyskir menn eru í serligum vanda fyri at fáa diabetes, typu 2. Høvuðsorsøkin til hetta er yvirvekt og ov lítið av rørslu, sigur Jens Andreassen serlækni. Kanningin ið varð gjørd vísur, at 24% av monnum í Føroyum í aldrinum 60-69 ár hava typu 2 diabetes. Fyri danskar menn í sama aldursbólki er talið 14%. Les meira um kanningina her.

Ert tú í vandabólkinum er møguleiki at forða sjúkuni ella at minka um hana. Les meira her.

Yvirskrift, um tørvur er á tí

Upplatingartíðir