03. februar 2020
Góð seksualundirvísing hevur jaliga ávirkan á seksualvanar hjá teimum ungu. Í døgunum 3. til 7. februar ferðast tiltakið Vika sex 2020 til fyrsta árs næmingar á yrkis- og miðnámsskúlum í Føroyum.
Evnið í ár er “seksualundirvísing á miðnámi” .
Við góðari seksualundirvísing fáa tey ungu betri vitan um, hvussu man fyribyrgir kynssjúkum, fyribyrgir at gerast við barn, eins og tey eru eldri, tá tey fyrstu ferð hava sex. Hetta saman við úrslitunum av kanningini hjá Marini í Dali, lækna “Vitan um seksualitet millum ung í Føroyum” er orsøkin til, at stovnarnir aftanfyri tiltakið Vika sex, hava avgjørt at skipa soleiðis fyri, at fyrsta árs næmingar á miðnámi fáa tilboð um at fáa seksualundirvísing.
Tað verður felagið Kyn, sum Marin í Dali, lækni, hevur tikið stig til, sum fer at standa fyri undirvísingini.
Allir næmingar, sum eru til undirvísingina fáa eina heilsan frá okkum. Tað er ein lítil beriposi, í posanum er millum annað:
Eins og í fjør, hava vit eitt tiltak fyri fakfólki, foreldur og avvarðandi í Perluni hóskvøldið í Viku Sex, 6. februar, har vit seta spurningin: “Hvussu tosa vit við okkara ungu um seksualitet?”
Vit vóna, at vit við hesum tiltakinum eru við til at menna seksualundirvísingina, tí holl vitan um kropp, kenslur, fyribyrging, mørk, rættindi og onnur seksuel evni hava jaliga ávirkan á, hvussu vit trívast.
Vegna fyriskipararnar
Apoteksverkið, Amnesty, Fólkaheilsuráðið, Føroya Politi, Gigni og Almannamálaráðið/Sig frá!