Leyst lív verður lýst sum fleiri enn tríggjar opningar um samdøgrið, sum koma bráðliga. Smábørn, sum hava leyst lív, skulu ansast væl, tí tey tola verri vætutrot enn vaksin.
Leyst lív kann vera orsakað av virusi, bakterium ella snultarum (parasittum), men kann eisini koma av ovurviðkvæmi fyri mati. Smábørn, sum taka penisillin, kunnu fáa leyst lív av tí.
Børn millum 6 mánaðir og 5 ár kunnu eisini hava tað, sum á donskum verður kallað "småbørnsdiarré". Mett verður, at uml. 6-7% av øllum frískum børnum hava "småbørnsdiarré", sum er ófarligt og vanliga steðgar, tá barnið er í skúlaaldri. Her verður orsøkin mett at vera óbúgvið tarmrørslulag og tað, at matur fer lutfalsliga skjótt ígjøgnum tarmarnar.
Týðningarmest er at hava eyguni eftir, um barnið fær vætutrot. Teknini um álvarsligt vætutrot eru turrar slímhinnur, landið er myrkt og í smáum nøgdum, barnið gerst sløvt og máttloysi.
Leyst lív heldur vanliga uppat av sær sjálvum eftir nøkrum fáum døgum. Bíða tí eitt sindur og fylg við, hvussu barnið er fyri yvirhøvur. Evni eru, sum kunnu bøta um leyst lív, men tey eru ikki til børn.
Tá ið barnið hevur fingið matarlystin aftur, er gott at fáa kókaðan mat við stívilsi, t.d. epli, gularøtur, rís, og fisk ella kjøt. Snerkt breyð og keks eru eisini góð fyri magan. Fruktir við pektini í - t.d. súrepli, banan og papaya - verja slímhinnurnar í maganum. Tað er best ikki at drekka mjólk, fyrr enn opningurin aftur er vorðin vanligur.