Trekur magi hjá børnum

Trekur magi (obstipation) er, tá ið skarnið broytist og gerst hart og turt, samstundis sum longri er ímillum opningarnar, alt eftir hvat er vanligt hjá barninum. Tað er ymiskt frá einum barni til annað, og eftir hvat barnið fær at eta.

Hjá bróstabørnum kann opningurin sveiggja nógv - millum eina ferð um vikuna til fleiri ferðir um dagin. Fær barnið eftirgjørda mjólk ella líknandi, kann tað hava opning 1-2 ferðir um samdøgrið. Ganga ein til tveir dagar millum opningin hjá fløskubarni, og opningurin er so harður, at tað hevur ilt við at sleppa av við skarnið, hevur barnið trekan maga.

Hvør er orsøkin til trekan maga?

Trekur magi kann koma bráðliga í stytri tíð ella bera brá av varandi bága. Bráðkomin trekur magi kann viðhvørt gerast varandi, um tú ikki fært bilbugt við honum og soleiðis brotið óndu ringrásina. Vanligastu orsakirnar til trekan maga eru hesar:

  • Fepur (um barnið ikki samstundis drekkur nóg mikið)
  • Barnið drekkur ov lítið av vesku
  • Kosturin: t.d. trevjulítil kostur, ov mikið av mjólk ella kostbroytingar í sambandi við ferðing
  • Ov lítil rørsla
  • Varandi trekur magi
  • Hirschsprungssjúka - Viðføtt tarmbrek, ið sum oftast gevur ringan trekan maga. Sjúkan ger vanliga vart við seg, tá barnið er 0-1 ára gamalt
  • Trongdin at fara á vesi verður skúgvað til viks. Tað kann koma av spæli, so at barnið gloymir at fara á vesi, ella av vánaligum vesiviðurskiftum. Roynir tú at fáa barnið at leggja blæuna av ov tíðliga, kann sálarliga trýstið gerast ov stórt og soleiðis enda við trekum maga
  • Analfissurur (smáar rivur við baktarmsopið). Orsøkin kann vera, at nógv skarn hópar seg saman í baktarminum og tornar, og síðan koma analfissurur og taggur (hemoridir) við ringari pínu í sambandi við opningin. Tað kúgar trongdina at fara á vesi og ger tann treka magan enn verri. Barnið fær “náttpottaræðslu”. Henda støðan kann viðhvørt minna um leyst lív, tí at skarnið eftir drúgvan steðg verður blandað saman við slími í baktarminum og rennur fram við tí harða skarninum
  • Treingingar í maga og tarmi kunnu gera, at lítið rennur ígjøgnum har
Hvørji eyðkenni eru?

Vanligt er, at búkurin spílast út, og barnið gremur seg um búkilsku. Barnið kann missa matarlystin og fáa vaml.
Umráðandi er at fáa lýst eyðkennini og at vita, hvussu leingi tey hava varað. Læknin kannar m.a. við at trýsta á búkin og við at lurta. Av og á kennist búkurin óslættur av hørðum skarnsklumpum. Ofta noyðist læknin at fremja eina sonevnda rektala eksploratión (hann kannar baktarmsopið við einum fingri). Læknin leitar eisini eftir teknum um aðra sjúku, ið kann avdúka tann treka magan.

Hvør er viðgerðin?

Ráðfør teg altíð við lækna um viðgerð, um barn títt fær trekan maga. Viðgerðin kann vara eins leingi, sum barnið hevur havt bágan. Vanliga verður byrjað við bloytandi evnum. Er úrslitið ikki nóg gott, verða givin tarmrørslufremjandi evni. Situr skarnið niðarlaga í tarminum, merkir tað, at skarnið er upprúgvað í baktarminum. Í hesum førum kunnu loysingarevni førast inn í baktarmin.

1. Heilivágur við bloytandi virknaði:
Heilivágurin virkar á tann hátt, at hann bindur vatnið í skarnið, so at opningurin blotnar. Dømi um heilivág eru Laktulosu® miksturur (tjúkk, sukurgrundað sevja) ella Movicol Junior® pulvur, ið verður loyst í vatni. 

Hesi loysingarevnini eru ikki vanaelvandi fyri tarmin og kunnu nýtast eina tíð. Tað kann nevniliga ofta vera neyðugt at geva loysingarevni í eina tíð, tí váði er fyri at fáa trekan maga aftur, um viðgerðin við loysingarevni endar ov tíðliga. Hesi fáast í handkeypi á apotekinum. Movicol Junior verður ikki viðmælt børnum undir 2 ár.

2. Tarmrørslufremjandi evni:
Heilivágurin stimbrar tømingarrørslurnar í tarmunum. Dømi um heilivág er Laxoberaldropar (natriumpicosulfat). Heilivágurin verður ofta tikin saman við Laktulosu ella Movicol, tí umráðandi er, at skarnið verður bloytt. Verður bara latið børnum í samráð við lækna.

3. Evni til baktarmin:
Baktarmsløgurin verður førdur inn í baktarmin. Heilivágurin bloytir upprúgvað og uppturkað skarn í baktaminum og elvir til opningstrongd – eitt nú Microlax® (natriumcitrat+natriumlaurylsulfoacetat). Verður bara latið børnum í samráð við lækna. Verður baktarmsløgur latin børnum yngri enn 3 ár, má bara helvtin av tupuoddinum førast inn í baktarmin.

Bæði rørslufremjandi evni og evni til baktarmin fáast í handkeypi á apotekinum, men tú skalt altíð ráðføra teg við lækna, áðrenn hesi evni verða latin børnum.

Hvat kann eg gera?

  • Massera búkin hjá pinkubørnum og ger súkklurørslur
  • Gev barninum ríkiligt av vætu
  • Royn og gev barninum fikusaft ella sviskur/sviskugreyt
  • Koyr laktulosu í mjólkina hjá pinkubørnum, ið fáa eftirgjørda mjólk. Morlað frukt og maltúrdráttur kunnu eisini bøta um opningin
  • Gev størri børnum so líðandi trevjaríkari mat, eitt nú við at eta grovari breyð og meira grønmeti
  • Být mjólkina um við blak
  • Ger regluligar vitjanir á vesið við opningi. Hjá smábørnum 1-2 ferðir dagliga og hjá størri børnum 1 ferð dagliga (fyri at fáa vanligan og javnan opning aftur)
  • Lær barnið at eta regluliga og minka um søtt ella køkur millum máltíðirnar
  • Fá barnið at røra seg, við spæli ella øðrum
  • Hav í huga, at tað er umráðandi at finna fram til, hví barnið hevur trekan maga. Talan kann vera um sálarliga orsøk
Upplatingartíðir