Hvat er heilivágur?

Heilivágur er ein vøra, sum er ætlað at geva fólki ella dýrum til at fyribyrgja, linna, viðgera ella grøða sjúku, sjúkueyðkenni og pínu ella til at ávirka likamsvirki ella at staðfesta eina sjúkuavgerð. 

Áðrenn vøran kann seljast sum heilivágur, skal hon fyrst góðkennast av tí danska Heilsumálaráðnum ella av European Medicines Agency, sum viðger umsóknir viðvíkjandi sølu av heilivági í ES.

Heilivágur kann koma frá náttúruni ella verða tilevnaður. Onkur heilivágur krevur eina forskrift frá læknanum, men onnur sløg av heilivági kunnu keypast í handkeypi. 

Vitamin- og mineralvørur eru, treytað av teirra styrki, antin heilivágur, náttúruheilivágur ella kostískoyti.

Heilivágur kann innihalda eitt ella fleiri virkin evni og eina røð av óvirknum evnum. Tey óvirknu evnini eru millum annað tengd at, hvønn tilbúningarform talan er um. Tey óvirknu evnini kunnu eisini tæna ávísum endamáli t.d. fyri at lætta um upptøkuna av heiliváginum.

Bara Apoteksverkið sleppur at framleiða, innflyta og selja heilivág. Undantikið er innflutningur av náttúruheilivági og homeopatiskum heilivági.

Les meira á heimasíðuni min.medicin.dk, har tú fært meira at vita um tín heilivág.

Tilbúðningarformar

Heilivágur fæst sum tablettir, sum stikkpillarar, sum innspræningarvæta, sum pístr og í nógvum øðrum formum. Hesir ymisku formar nevnast tilbúningarformar.

Tablettir kunnu so aftur býtast upp í m.a. enterotablettir og depottablettir, sum ávikavist fyrst verður frígivið í tarminum ella verður frígivið yvir longri tíð.

Heilivágur kann soleiðis gevast á ymsar hættir, t.d. gjøgnum munnin, í endatarmin, við at spræna í æðrarnar og við at anda hann inn.

Heilivágur verður gjørdur í tí formi, sum er best egnaður fyri tann ávísa heilivágin. Millum annað skal heilivágurin veita góðan virknað, vera lættur at nýta og kunna halda sær í rímiliga tíð.

T.d. skal ávísur heilivágur fyri astma bara virka í lungunum. Hesin heilivágur virkar tí best, um hann er í pulvurformi, sum ein andar inn. Somuleiðis gevur hesin formur minst hjáárin.

Penisillin, sum er blandað við vatni, heldur sær bara í nakrar vikur. Í pulvurformi heldur penisillin sær í langa tíð. Tí fæst penisillin, sum skal drekkast, í pulvurformi, sum síðan verður blandað við vatni, beint áðrenn tað verður drukkið.

Les meira um teir einstøku tilbúningarformarnar á donsku heimasíðuni apoteket.dk.

 

 

Upplatingartíðir