Snyril

Ein snyril er ein lítil T-formaður plastikstavur, sum antin er ein koparsnyril ella ein hormonsnyril. Snyrilin verður settur upp í lívmóðurina av lækna.

                         

Koparsnyril

Koparsnyrilin er gjørdur úr plastikki og kopari. Koparsnyrilin ávirkar umhvørvið við lívmóðurhálsin, soleiðis at sáðkyknur illa fáa flutt seg, umframt at lívmóðurveggurin ikki letur møguliga gitin egg seta seg føst.

Koparsnyril kann keypast í handkeypi, men skal verða settur av lækna.

Hormonsnyril

Hormonsnyrilin inniheldur hormonið gestagen. Hormonið ávirkar lívmóðurveggin og slímið í lívmóðurhálsinum og forðar sáðkyknum í at “vinna vegin fram”.

Snyril við hormonum fæst á apotekinum eftir forskrift frá lækna.

Gev gætur!

  • Koparsnyrilin kann sita í í 5-8 ár
  • Hormonsnyrilin kann sita í í 3-5 ár
  • Trygdin á koparsnyrli er uml. 98%
  • Trygdin á hormonsnyrli er oman fyri 99% 
Upplatingartíðir