31. august 2020

Bíligari heilivágur við sama virknaði

Hevur tú verið úti fyri, at heilivágurin, sum tú heintar á apotekinum, hevur annað navn ella sær øðrvísi út, enn tann tú fekk seinast?

Tá ið tú keypir heilivág á apotekinum, kanst tú vera úti fyri, at heilivágurin hevur annað navn ella sær øðrvísi út, enn tann tú fekk seinast. Orsøkin til hetta er, at apotekini hava skyldu til at útflýggja bíligasta heilivágin, um tað finnast fleiri við sama virkna evni og somu styrki. Navnið á virkna evninum er altíð tað sama, hóast heilivágurin fær annað heiti.

Danska Lægemiddelstyrelsen hevur sett eitt upplýsingarátak í verk, við tí endamáli at skapa tryggleika í samband við umbýting av heilivági. Eisini hevur Lægemiddelstyrelsen gjørt eitt lítið filmsbrot, sum greiðir frá, hvat samheitaheilivágur er. Sí meira um átakið her.

Tú kanst eisini lesa meira um umbýting av heilivági á síðuni Samheitaheilivágur.

 

Yvirskrift, um tørvur er á tí

Upplatingartíðir