12. juli 2019
Hevur tú minst til handapotekið til ferðina? Tað er altíð eitt gott hugskot at hava sítt egna lítla handapotek við heimanífrá.
Hav altíð handapotekið við tær, tá tú fert at ferðast, tað lættir um. Frítíðin er virðismikil, og tað er óheppið, um hon verður oyðiløgd av sjúku o.ø. Tak handapotekið við heimanífrá og slepp undan óneyðugari stúran. Tað er av týdningi, at handapotekið er samansett til tína ferð og passar til júst tín tørv. Títt apotek vegleiðir teg fegin í, hvør heilivágur og hvør vøra eigur at vera í tínum handapoteki. Apotekið selur eisini klárgjørdar handapotekstaskur í tveimum støddum.
Les meira um handapotekið og ferðaráð á síðuni her.