Miðoyrað er ein luftfylt hola millum trummuhinnu og innoyrað. Holan er klødd við slímhinnu. Gjøgnum eina mjáa rás, nevnd gómapípan (øretrompet), er samband millum miðoyrað og aftasta partin í nøsini. Miðoyrnabruni er ein sera vanlig sjúka, sum smábørn ofta fáa.
Miðoyrnabruni kann antin vera linur miðoyrnabruni ella ringur miðoyrnabruni:
Um gómapípan verður tipt í longri tíð, so verður miðoyrað fylt við floti. Hetta kemur oftast av tí, at fólk hava havt krím ferð eftir ferð ella av polyppum í nasarúminum ella av ringum miðoyrnabruna. Hetta flotið verður gjørt av slímhinnuni í miðoyranum, tí at slímhinnan ikki virkar, sum hon skal. Hetta flotið kann ikki renna burtur, tí at gómapípan er tipt. Tað merkist, sum tað er lukkað av, og hoyrnin verður verri.
Orsøkin til miðoyrnabruna er ofta ein virus, men kann eisini vera ein bakteria, í miðoyranum. Støður, har vandi er fyri at fáa bruna og ígerð í andingarleiðini yvirhøvur, gera, at vandin fyri miðoyrnabruna eisini verður størri, t.d.:
Linur miðoyrnabruni:
Ringur miðoyrnabruni:
Smábørn duga ofta illa at gera vart við, hvar tey hava ilt, men hava eyðkenni sum fepur, grát, óró, ringt svøvnlag, búkilsku, leyst lív ella spýggja. Um hol er komið á trummuhinnuna, rennur ofta vágur úr oyranum, møguliga við eitt sindur av blóði.
Um illgruni er um ringan miðoyrnabruna, við oyrnastingum og fepuri, verður mælt til at fara til lækna.
Læknin kann kanna trummuhinnuna við einum otoskopi (oyrnakikara). Ikki er altíð so einfalt at meta um, hvussu ringur miðoyrnabrunin er, og tí verður trýstið eisini mált í miðoyranum. Hesar kanningar kunnu sýna, um flot er í miðoyranum, ella um møguligt hol er á trummuhinnuni.
Um flot hevur verið í miðoyranum í longri tíð, kann læknin gera eitt ípot (podning) úr flotinum fyri at kanna, um tann møguliga antibiotikaviðgerðin er hóskandi ella nóg munagóð.
Er illgruni um, at skerda hoyrnin er støðug, so skal barnið kannast av oyrna-nasa-hálslækna.
Í flestu førum er ikki neyðugt at viðgera við antibiotika, tí at kroppurin sjálvur basir sjúkuni. Vit vita, at o.u. 80% av øllum miðoyrnabrunum megnar kroppurin sjálvur at basa. Kanningar benda á, at børn, sum verða viðgjørd við antibiotika, eru í størri vanda at fáa ígerðina seinni. Tí miða viðgerðir ímóti at linka pínu og minka fepur.
Tá ið fyrstu sjúkueyðkennini eru eyðsýnd, kanst tú royna nasadropar og pínustillandi heilivág, t.d. paracetamol. Eisini hjálpir at hevja høvdið – nýt eyka kodda ella sit við barninum í fanginum. Antibiotika verður viðmælt, um tað rennur úr oyranum í meiri enn 2 samdøgur, ella um sjúkan versnar, ella um ongin bati er at síggja eftir 2-3 døgum. Ofta verður avtala gjørd við lækna viðvíkjandi víðari uppfylging og/ella eftirliti, eftir at barnið hevur hevur havt miðoyrnabruna.
Um sjúkueyðkennini eru drúgv og heldur ógvuslig, kann verða neyðugt at prika hol á trummuhinnuna, so at vágur kann renna út úr miðoyranum (punktering). Hetta er pínufult, og børn verða tí vanliga doyvd undir slíkari viðgerð. Hendan viðgerðin verður tí sjáldan roynd.
Í afturvendandi førum av miðoyrnabruna kann eitt frárensl verða lagt inn í trummuhinnuna, soleiðis at flotið kann renna frá, og trykkið verður útjavnað. Hendan viðgerðin krevur vanliga, at børnini verða fult doyvd, og verður tí bert nýtt í serligum førum.
Miðoyrnabruni hvørvur vanliga, so skjótt sum krímið hæsar av.
Er talan um ringan miðoyrnabruna, so minkar fepurin, og pínan linkar eftir einum tveimum døgum. Er hol á trummuhinnuni, so kann flot renna úr oyranum í 1-2 vikur, og síðani grør holið aftur. Um støðugt rennur úr oyranum, ella um hetta er afturvendandi, so skal farast til oyrna-nasa-hálslækna.
Er barnið í antibiotikaviðgerð, er umráðandi at taka alla viðgerðina sambært forskriftini. Um viðgerðin verður avbrotin áðrenn tíð, so kunnu tær mótstøðuførastu bakteriurnar yvirliva og nørast. Vanligt er at viðgerða við antibiotika í áleið 1 viku.
Eftir ringan miðoyrnabruna er mangan flot aftan fyri trummuhinnuna (men ongar bakteriur) í fleiri vikur. Eftir 1-2 mánaðir er miðoyrað aftur, sum tað plagdi at vera, og hoyrnin er sum vanligt.
Nøkur smábørn eru plágað av, at ringur miðoyrnabruni er støðugt afturvendandi, og tað krevur kanning og viðgerð. Flot í miðoyranum hvørvur oftast av sær sjálvum, men kanningar eiga at fara fram, og trýstmátingar eiga at verða gjørdar, tá ið ávís tíð er liðin.