07. juni 2019

Vælkomin á okkara nýggju heimasíðu

Apoteksverkið hevur í dag koyrt av bakkastokki nýggja heimasíðu. Á heimasíðuni finnur tú kunning um apotekini kring landið, tænastur sum Apoteksverkið bjóðar umframt hópin av tilfari viðkomandi fyri heilsutænastur, sum Apoteksverkið bjóðar.

Á nýggju heimasíðuni kanst tú lesa um eitt nú:

  • hvussu heilivágur verður framleiddur í Føroyum
  • hvussu tú fært stuðul til heilivág
  • hvat tú kanst gera, um tú hevur hoyfepur, leyst lív, bløðrubruna, kambfjarðar o.s.fr.
  • hvussu tú kanst fáa eina heilsukanning á apotekinum
  • hvussu tú burturbeinir gamlan heilivág
  • hvussu tú kanst ferðast við heilivági
  • starvsmøguleikar á Apoteksverkinum
  • upplatingartíðir hjá apotekunum kring landið
  • og mangt annað.

Harafturat kanst tú lesa um góð ráð og praktiska vitan, sum hevur við heilsuna at gera hjá børnum – alt frá nýføðingum til størri børn – barnakonum, eldri fólki, djórum, fyribyrging, kosti ella um tú fert út at ferðast.

Við nýggju heimasíðuni ynskir Apoteksverkið at bjóða eina enn betri tænastu til borgarar á netinum. Umframt upplýsingar um heilivág og heilsutænastur frá apotekunum kann diabetes útgerð nú bíleggjast á netinum. Nýggi læknaportalurin á heimasíðuni hevur eisini serliga kunning til læknar.

Yvirskrift, um tørvur er á tí

Upplatingartíðir