Sárrøkt

Sár kunnu í stórum býtast sundur í einføld sár, har bert húð ella slímhinna hevur fingið skaða, og so sár, har størri blóðæðrar, nervar, sinur, yrkisgøgn ella bein hava fingið skaða.

Einføld sár kanst tú ofta sjálv/ur viðgera, men størri sár skulu í flestu førum undir læknahond.

Góð ráð til einføld sár

  • Vaska tær um hendurnar, áðrenn tú reinsar sár
  • Reinsa fyrst kring um sárið, og hereftir verður sárið sjálvt reinsað. Um sárið er illa dálkað, so er gagnligt at skola tað við einum isotoniskum saltvatnsupploysingi, áðrenn tað verður vaskað
  • Nýt ikki sóttreinsandi evni, tí at tað kann seinka lekingina, og eisini er vandi fyri ovurviðkvæmi
  • Er sárið ikki so illa dálkað, so verður varisliga, men væl vaskað við flógvum vatni og eini sápu við lágum pH-virði
  • Nýt eitt nú einnýtsluklút og síggj til, at allar sápuleivdir eru skolaðar burtur

Eitt plástur á sárið

Rennur úr sárinum, so er gagnligt at nýta eitt plástur ella eitt bind, ið trýstir á sárið. Man skal sjálvandi vera ansin, um ígerð er komin í sárið, tí so skal tað viðgerðast.

Um bara lítið rennur úr sárinum, ella talan er um eitt prus ella skursl, so verður mælt til at nýta eitt plástur við silvuri, sum er bakteriutýnandi og harumframt minkar vandan fyri ígerð (infektion). Um brunasár er, verður viðmælt at hava tað undir flógvum rennandi vatni, inntil pínan er burtur, áðrenn tú fert víðari við viðgerð.

Gev gætur, at tú á apotekinum eisini fært plástur við ongum klistri fyri sera viðkvæma húð.

Halt eyga við ígerð

Vanligar húðbakteriur kunnu geva ígerð í sárið. Eyðkennini fyri ígerð í sárinum eru hesi:

  • Húðin verður reyð og hovin
  • Húðin kenst heit og pínufull
  • Ofta rennur vágur úr sárinum

Er sárið ígjørt, og tú ikki fært viðgjørt tað heima, far tá til lækna.

Upplatingartíðir