Óviljað vatnlát (inkontinensur) er, tá tú ikki kanst halda vatninum og pissar undir teg. Tað finnast ymisk sløg, og mest vanligu eru:
I mongum førum kann óviljað vatnlát ávirka ta góðu lívsgóðskuna, um tú ert til handils, ferðast o.a. Árinini kunnu eisini ávirka sambandið, tú hevur við onnur, og minka um hugin at vera saman við øðrum menniskjum. Hetta kann eisini vera við til, at tú ikki kennir teg væl í gerandisdegnum. Tú heldur kanska, at onnur lukta trupulleikan.
Stress-inkontinensur er tann vanligasti. Hetta slagið av inkontinensi kemur fyri, tá ið lokavøddurin í bløðruni er viknaður og kann tí ikki steðga landinum at renna úr, tá trýstið í maganum økist, t.d. við at hosta, hoppa, renna ella njósa. Tað kann vera óhøgligt og tarnandi, serliga tá tú ert í umstøðum, har tú skalt røra teg nógv, sum t.d. tá tú íðkar ymiskan ítrótt.
Eyðkennini eru hesi:
Meginparturin av teimum við stress-inkontinensi eru kvinnur. Trupulleikin við at halda sær kemur sum oftast av, at kokubotnurin og bindivevnaðurin ikki eru nóg sterkir til at halda bløðru og landræsi upp á pláss. Hetta kemst oftast av m.a.:
Trongdar-inkontinensur er ein brádlig trongd at kasta sær av vatninum, ikki at kunna halda sær. Oftast er so, at tú ikki fært tíð at renna á vesi, men pissar í buksurnar. Eyðkennini kunnu vera av og á ella dagliga. Tað týdningarmesta er at finna orsøkina og útfrá henni finna bestu viðgerð. Eyðkennini eru hesi:
Óviljað vatnlát er eitt árin, ið kann koma av sær sjálvum ella í sambandi við sjúku. Til dømis sjúka í bløðru, landræsi, kokubotni ella nervaskipanini geva óviljað vatnlát. Men árinini kunnu eisini koma av øðrum, sum t.d.: Um tú hevur drukkið ov ríviligt, um tú pissar ov sjáldan og av fiti og hosta. Tí er tað sera umráðandi at verða kannað/ur fyri at fáa bestu og røttu viðgerðina.
Eyðkennini verða grundað á:
Í serligum førum kann vera neyðugt at vísa til serlækna til aðrar kanningar. Tað kann t.d. vera kikarakanning av bløðruni, ella talan kann vera um eina ultraljóðskanning v.m.
Týdningarmesta venjingin at forða óviljaðum vatnláti er kokubotnsvenjing. Fyri at stimbra vøddar í bløðru og undirlívi eiga regluligar klípiíðkanir at gerast. Hetta verður gjørt við at klípa, eins og tú ætlar at steðga landstráluni, tá ið pissað verður. Ger hetta í uml. 5 minuttir. Endurtak hetta í minsta lagi tvær ferðir hvønn dag – t.d. 8-12 harðligar klípingar 3 ferðir hvønn dag. Hvør klíping eigur at vara í 5-10 sekund, men eftir hvørja klíping eigur líka so long hvíld at verða.
Um íðkanirnar verða rætt gjørdar, so er viðgerðin munagóð, einføld, uttan hjáárin og ókeypis. Tíð kann ganga, áðrenn kokubotnsvenjing munar, og júst tað stimbrar ikki hugin at halda á. Venjingarnar kunnu gera, at tú kanst halda tær betur og longur, umframt at venjingarnar fyribyrgja stressinkontinensi.
Viðgerð av óviljaðum vatnláti veldst um orsøk og slag. Tað kunnu vera:
Møguleiki er fyri heilivágsviðgerð í samráði við lækna. Ofta er neyðugt at geva heilivág við trongdarinkontinens, sum fær bløðruna til at slappa av – eitt nú Detrusitol Retard®, Toviaz® ella Vesicare®, so at tú hevur tíð at renna á vesið. Úrslitið er ikki so munagott.
Heilivágurin hevur ofta hjáárin, eitt nú at munnurin verður turrur. Heilivágurin Yentreve verður givin fyri stressinkontinens fyri at stimbra læsiorkuna í landræsinum. Úrslitið er ikki serliga munagott, og hjáárin kunnu standast av hesum, eitt nú vaml.
Hjá eldri kvinnum, ið hava hormontrot, ber til at geva østrogen, sum vagitoriur, 2-3 ferðir um vikuna, galdandi bæði fyri trongdar- og stress-inkontinens.
Skurðviðgjørt verður, um úrslitini ikki hava verið nøktandi við øðrum tiltøkum. Skurðviðgerð er munadyggari, og úrslitið er varir longur enn onnur viðgerð, men her kunnu trupulleikar stinga seg upp.
Vaginalvektir kunnu stimbra vøddarnar í kokuni, og samstundis tálma tær óviljaðum vatnláti, og eisini tálma tær, at gøgnini í undirlívinum sjúnka.
Hjálpitól, ið eru gjørt úr sniðstoyptum polyurethanskúmi, kann eisini setast upp í móðurskeiðina. Hetta verður bent, áðrenn sett verður í skeiðina. Hervið verður bløðruhálsurin styðjaður, og læsivøddarnir virknir.
Um tað ikki er møguligt at fáa neyðugu hjálpina við teimum vanligu viðgerðarháttunum, ber eisini til at lætta um árinini við at brúka ymisk sløg av bindum ella blæum.
Kom inn á apotekið, so kunnu vit saman finna røttu loysnina fyri teg.