14. november 2019
Hvat er diabetes og hvussu verður diabetes viðgjørt? Hvussu kann eg fyribyrgja diabetes? 14. novembur er Diabetesdagur, og í tí sambandi varpar apotekið ljós á sjúkuna diabetes.
Diabetes týpa 1 rakar oftast børn og ung, meðan diabetes týpa 2 oftast rakar tey, sum eru ov tung og røra seg ov lítið. Vandin fyri at fáa diabetes týpu 2 er størri, um annað ella bæði foreldur tíni hava havt diabetes. Eisini gerst vandin størri, eldri tú verður.
Tá tosað verður um fyribyrging, so er tað diabetes týpa 2 sipað verður til. Diabetes týpa 1 rakar brádliga og kemst av, at órinsverjan í kroppinum loypur á eitt ávíst slag av kyknum, sum eru tær, ið framleiða insulin. Hendan týpan kann ikki fyribyrgjast, eins og diabetes týpa 2 kann.
Tey bestu ráðini til fyribyrging av diabetes týpu 2 eru hesi:
Á síðuni her finnur tú meira kunning um, hvat diabetes er, og hvussu diabetes verður viðgjørt.
Á Tjaldurs Apoteki ber eisini til at koma inn til eitt prát í dag 14. novembur um diabetes.