Høvuðpína

Høvuðpínu er pína í høvdinum og ovasta partinum av nakkanum. Hon kann kennast ógviliga ymisk frá persóni til persón. Man kann bæði hava ilt í aðrari síðuni av høvdinum ella í øllum høvdinum. Tað kann kennast sum ein dukandi, nívandi pína ella sum ein ringur, ið verður spentur um høvdið.

Næstan øll hava havt høvuðpínu. Tað eru serliga tvey sløg av høvuðpínu, sum eru orsøk til nógv tann størsta partin av ringum tilburðum. Tað er spenningshøvuðpína og migrena.

Góð ráð

  • Finn orsøkina til høvuðpínuna og royn at lætta um hana við t.d. at broyta arbeiðsstøðu ella arbeiðslag og minka um orsøkirnar til tað, ið kann streingja.
  • Sov væl – hvørki ov nógv ella ov lítið.
  • Et regluligt og drekk í minsta lagi 1,5 litrar av vætu um dagin.
  • Rør teg javnan og gjarna í frískari luft.
  • Far til fysioterapeut um neyðugt.
Hví fái eg høvuðpínu?

Í teimum flestu tilburðunum kennir man ikki orsøkina til høvuðpínuna. Men tað er nógv ymiskt, ið kann vera orsøk til høvuðpínu.

  • Árstíðirnar: Hiti, kuldi, sólarljós ella harður vindur.
  • Matvanar: Óregluligar máltíðir ella vætutrot. Ávísar matvørur kunnu eisini vera orsøk til høvuðpínu.
  • Heilivágur: Ovurnýtsla av høvuðpínuheilivági kann geva høvuðpínu, um hann verður tikin yvir longri tíð, ella ávísur heilivágur kann geva høvuðpínu, sum eitt hjáárin.
  • Lívsstílur: Strongd av arbeiðsorsøkum ella persónligum orsøkum. Ov lítil svøvnur ella keðiligir svøvnvanar.
  • Kvinnur og hormonir: Kvinnur kunnu uppliva at fáa høvuðpinu, tá broytingar í hormonjavnvágini henda.
  • Arbeiðsstøða: Er ein vanlig orsøk til høvuðpínu, t.d. um tú situr skeivt við skriviborðið.
Hvat er spenningshøvuðpína?

Spenningshøvuðpína er vanligasta høvuðpína. Orsøkirnar til spenningshøvuðpínu kunnu vera nógvar, t.d. strongd, svøvnloysi, vætutrot, tonn- og munnbittrupulleikar, ella um tú hevur fingið eitt slag í høvdið.

Spenningshøvuðpína følist sum, at tað trýstir og spennir í øllum høvdinum. Ofta følist tað sum, at ein ringur verður spentur um høvdið. Hon kann vara alt frá 30 minuttum og heilt upp til 7 dagar. Høvuðpínan gerst vanliga ikki verri við at íðka ítrótt ella annað ítriv.

Hvør er viðgerðin fyri spenningshøvuðpínu?

Fyrsta val til at viðgera spenningshøvuðpínu er (sambært www.irf.dk) paracetamol (t.d. Pinex®, Panodil®). Tað vísir seg, at paracetamol ofta hevur líka góðan virkna sum ibuprofen (t.d. Ipren®, Brufen®). Ibuprofen verður frámælt vegna tey keðuligu hjáárini, sum ibuprofen kann hava. Her er serliga talan um tey hjáárini viðvíkjandi maganum. Tað skal viðmerkjast, at hjáárini við ibuprofen koma, um tú tekur ibuprofen regluliga í eitt longri tíðarskeið. Tað kann vera ymiskt frá persóni til persón, tá summi kunnu vera meira viðkvom enn onnur.

Tvørturímóti hevur paracetamol eingi vanlig hjáárin, bert nøkur sjáldsom hjáárin, sum kunnu koma fyri hjá 0,01 - 0,1 % av teimum, sum taka tað. Hetta er sjálvandi við tí atliti, at tann viðmælta skamtanin verður hildin.

Hvat er migrena?

Vit kenna ikki við vissu orsøkina, hví ein fær migrenu, men tað kann t.d. koma av strongd, reyðvíni, alkoholi, osti, sjokolátu, menstruatión, svongd ella ov lítið av svøvni.

Migrena kann koma í øllum aldursbólkum, og eru tað 16%, sum uppliva eini ella fleiri migrenuherðindi gjøgnum lívið, og gott 5% uppliva meira enn eini herðindi um mánaðin. Migrenan byrjar ofta áðrenn 40 ára aldurin. Tað eru tríggjar ferðir fleiri nógvar kvinnur enn menn, ið fáa migrenu. Orsøkirnar eru ikki greiðar, men møguliga vegna hormonjavnvágina hjá kvinnum.

Migrena er ein dukandi pína, ofta í takt við pulsin. Ofta ein ring pína í aðrari helvtini av høvdinum. Migrena gerst verri við kropsligum arbeiði. Migrena kann vera við og uttan aura.

Migrena uttan aura kann vara leingi, heilt frá 4 til 72 tímar. Man fær ring herðindi av høvuðpínu við fylgjandi sjúkueyðkennum, sum t.d. vaml og spýggjan, harumframt viðkvæmi fyri ljósi og ljóði. Eftirfylgjandi kemur ofta møði og máttloysi.

Migrena við aura fær man 5-30 minuttir, áðrenn høvuðpínan kemur. Tað er tó ikki altíð, at høvuðpína kemur eftir aura-sjúkueyðkennini. Tey eru ofta sjónórógvan t.d. bleiktrandi ljósglampi. Man kann kenna “føli”-ólag ella lyndi at sløðra. Tað eru 20 - 30% av øllum við migrenu, ið hava aura.

 

Hvør er viðgerðin fyri migrenu?

Fyrsta val til viðgerð av migrenu er Paracetamol (t.d. Pinex®, Panodil®). Við migrenuherðindum er møguligur heilivágur triptanir (t.d. Sumatriptan (Imigran®) Eletriptan (Relpax®)).

Triptanir skulu helst takast tíðliga í herðindunum, men ikki undir aura-eyðkennunum, tí heilivágurin riggar ikki væl tá. Man tekur 1 skamt við migrenuherðindi, og virkar fyrsti skamtur ikki, vinnur man einki við at taka ein skamt afturat. Men um fyrsti skamtur virkar, og sjúkueyðkennini koma aftur, kann man taka 1 skamt afturat innan 24 tímar, og skal tað í minsta lagi vera 2 tímar millum báðar skamtirnar. Triptanir mugu ikki brúkast meira enn 9 dagar um mánaðin, tí við ovurnýtslu kann man fáa ”heilivágs-ovurnýtsluhøvuðpínu.”

Kann migrena fyribyrgjast við heilivági?

Fyribyrgjandi heilivágur finst fyri migrenu, og hesin heilivágur kann minka talið av herðindum og ringastu pínu av teimum. Tað er altíð í samráði við lækna, at man byrjar við fyribyrgjandi heilivági.

Viðmælt er at umhugsa fyribyrgjandi heilivág, um man hevur meira enn 2 ring migrenuherðindi um mánaðin, um herðindini gerast longri og verri, ella um herðindini minka um lívsgóðskuna. Virkar herðindisheilivágurin ikki nøktandi, verður viðmælt, at tú setur teg í samband við lækna viðvíkjandi fyribyrgjandi heilivági. (sí fyribyrgjandi viðgerð á pro.medicin.dk)

Góð ráð fyri migrenu

  • Fyrst og fremst er tað umráðandi at sleppa undan teimum tingum, ið kunnu elva til migrenu. Tað er altíð gott at vera væl kunnað/ur um sjúkuna.
  • Undir migrenuherðindunum hjálpir ofta at liggja í einum myrkum, stillum og køldum rúmi við einum køldum lappa á pannuni.

Munur á spenningshøvuðpínu og migrenu

Spenningshøvuðpína Migrena

Pínan er støðug. Trýstir og spennir í øllum høvdinum. Ofta følist tað, sum ein ringur verður spentur um høvdið.

Pínan er í aðrari helvtini av høvdinum og er dukandi. Ofta í takt við pulsin.

Kemur í skiftum, 1 – 14 dagar um mánaðin.

Kemur ofta fyri 1 – 2 ferðir um mánaðin.

Pínan er ikki serliga ring/eitt sindur ring.

Fylgjan er ofta vaml og spýggjan.

Møguliga eym/ur í nakka og munnbittrupuleikar.  

Hjálpir at liggja í einum myrkum, stillum og køldum rúmi.

Upplatingartíðir