Mong menniskju hava ampa av ov nógvari magasýru. Hesin trupulleiki er ikki neyðturviliga tað sama sum at hava ov nógva magasýru. Onnur viðurskifti gera seg galdandi, t.d. hvussu viðkvæmur magin er fyri magasýruni. Sjáldan er talan um eina álvarsliga sjúku, men hetta er til ampa, um hetta javnan stingur seg upp.
Magasýrutrupulleikar kunnu elva til tríggjar ymiskar sjúkur: Bróstsviða (refluks), súran maga (dyspepsi) og magasár (ulcus).
Bróstsviði er ein pínufull, brennandi ella svíðandi kensla í maganum, aftan fyri bringubeinið ella í hálsinum. Vanliga eru eyðkennini mild og ikki drúgv. Viðhvørt, men sjáldan, kann bruni koma í vælindinum.
Bróstsviði kemur av, at tað súra innihaldið í maganum rennur uppaftur í vælindið ella í munnin. Hetta verður eisini vanliga nevnt refluks. Niðast í vælindinum er ein lokavøddi, sum skal forða hesum. Um lokavøddin ikki arbeiðir, sum hann eigur, so rennur magasýran uppaftur í vælindið. Av tí at slímhinnan í vælindinum ikki tolir tað súra úr maganum, so elvir hetta til pínu, tí slímhinnan verður skødd. Hendir hetta í longri tíð, so kunnu koma bruni og sár í slímhinnuna.
Vandin fyri, at tað rennur uppaftur, verður størri, um nógv magasevja er, ella um tú hevur etið ríkiligt. Og eisini um eitthvørt trýstir á magan. Fólk fáa bróstsviða ofta eftir eina búrmáltíð, ella um tey benda seg framá.
Barnakonur kunnu hava bróstsviða og súr rop, tí barnið tekur pláss og trýstir á lokavøddan. Barnakonuhormonið progesteron kann gera, at lokavøddin ikki virkar fullvæl, hann verður ov kraftaveikur.
Lokavøddin viknar við aldrinum. Tí hava fleiri eldri fólk bróstsviðatrupulleikar. Nøkur fólk, ið viga ov nógv, líða av ov nógvari sýru í vælindinum, tí trýstið á lokavøddan er ov stórt. Eisini kann royking elva til bróstsviða og súr rop. Bróstsviði er ein ógvuliga vanligur ampi. Flest fólk hava upplivað hetta av og á.
Tað, ið eyðkennir súran maga, er pína og ampi ovast í maganum. Súrur magi kann benda á, at talan er um bróstsviða ella magasár. Tað er av týdningi, at farið verður til lækna fyri at útiloka aðra sjúku, um tú javnan hevur hesi sjúkueyðkenni og ikki kennir teg væl.
Sjúkueyðkennini koma ofta, tá ið tú ert svangur/svong, hevur etið í meira lagi, hevur drukkið alkohol ella hevur tikið NSAID – t.d. ibuprofen.
Orsøkin er ikki kend, men ymisk viðurskifti kunnu vera galdandi. Hildið verður m.a., at orsøkirnar kunnu vera ávikavist, at sodningarlagið verður overvað, ovurviðkvæmi og stúran.
Fleiri av teimum, ið hava bróstsviða og súran maga, kunnu vinna á sjúkunum við at broyta lívsførslu. Les: ”Hvat kann eg gera?” niðanfyri.
Mild eyðkenni kunnu viðgerast við ávikavist sýruneutraliserandi heilivági (antacida), heilivági, sum „leggur lok“ á magasýruna, ella heilivági, sum minkar um sýruframleiðsluna (H2-blokkarar ella sýrupumputarnarar), samstundis sum roynt verður at halda seg burtur frá tí, sum kann elva til bróstsviða og súran maga. Um viðgerð við heilivági úr handkeypi ikki hjálpir, eigur tú at fara til lækna at verða kannað/ur.
Um sjúkueyðkennini eru ring og afturvendandi, so eigur tú at seta teg í samband við læknan. Læknin kann byrja viðgerð við sýrupumputarnara - vanliga 1 ferð um dagin í 4 vikur. Sjúkueyðkennini hvørva ofta skjótt, men týðandi er at halda fram í 4 vikur, tí at møguligir sýruskaðar í vælindinum verða grøddir í longri tíð. Høvuðsendamálið við viðgerðini er at linna sjúkueyðkennini, at kunna um støðuna og at sissa, at hetta ikki er ein álvarsom sjúka, um aðrar sjúkur ikki eru til staðar.
Magasár (ulcus) er eitt sár í slímhinnuni í maganum (ventrikkulin) ella í ovara parti í buggørnunum (tólvfingratarmunum).
Vanliga eru slímhinnurnar í maganum mótstøðuførar fyri magasýru. Men viknar magaveggurin, so kann magasýran tæra slímhinnuna, og av hesum kemur sár.
Vanligasta orsøkin til bruna í slímhinnuni er bakterian Helicobacter pylori, sum fólk eru vorðin smittað av sum børn. Henda bakteria kann trívast í maganum, hóast magasýran er sterk. Mong hava helicobacter-bakteriuna í maganum alt lívið, uttan at tey merkja nakað til tað. Tað eru bert umleið 15% av teim, sum hava bakteriuna í maganum, sum fáa magasár.
Tú kanst eisini fáa magasár av at taka ávísan heilivág fyri liða- og vøddapínu, t.d. giktheilivág av NSAID-týpuni – eitt nú ibuprofen (t.d. Ipren®) og acetylsalicylsýru (t.d. Kodimagnyl® og Treo®), tí hesin heilivágur ávirkar slímhinnuna í maganum.
Um tú roykir, so verður vandin fyri at fáa magasár størri, men einki bendir á, at ein ávísur kostur ella alkohol kunnu elva til magasár. Heldur ikki bendir nakað á, at strongd elvir til magasár.
Vanligastu sjúkueyðkennini eru pína í ovara parti av maganum, sum ofta linkar, tá ið tú etur, tí maturin neutraliserar magasýruna, ella tá ið tú tekur sýruneutraliserandi heilivág (antacida). Men máltíðin ger samstundis, at meira sýra verður gjørd, og tí er pínan ofta ringast ein tíma eftir, at tú hevur etið. Pína um náttina er eisini eitt eyðkent sjúkueyðkenni.
Vaml og spýggjan eru heldur ikki ókend. Summi hava bróstsviða og súr rop. Bløðir magasárið, so verður skarnið svart, og fólk kunnu spýggja blóð, sum líkist kaffigruggi.
At viðgera magasár er treytað av, um sjúklingurin er smittaður av Helicobacter pylori-bakteriuni ella ikki. Hóast eyðkennið kann tykjast greitt magasár, so kann læknin ikki avgera tað uttan fyrst at kanna magan. Við einum gastroskopi førir læknin ein magakikara (gastroskop) niður gjøgnum vælindið. Við tólinum sær læknin týðiliga slímhinnuna í maganum. Samstundis kann læknin taka eitt sindur av vevnaði til nærri kanningar.
Um talan er um Helicobacter, so verður viðgerðin ein sonevnd eradikatiónsviðgerð (viðgerð, ið týnir bakteriuna). Nevnda viðgerð er ein sýrupumputarnari og tvey sløg av antibiotika. Viðgerðin varir 7-14 dagar.
Er sjúklingurin ikki smittaður av Helicobacter pylori, og magasárið er komið av acetylsalicylsýru ella NSAID-viðgerð, so er týdningarmikið at steðga viðgerðini og møguliga skifta til aðra pínustillandi viðgerð t.d. paracetamol.
Á ymsan hátt kann sýruframleiðslan í maganum minkast. At viðgera magasár verður oftast ein sýrupumputarnari ella ein H2-blokkari valdur. Í báðum førum verður sýruframleiðslan minkað. Læknin kann seta viðgerðina til 4 vikur. Viðgerðartíðin verður longd, um sjúklingurin ikki er sloppin undan sjúkueyðkennunum, ella um sárið ikki er lekt.
Hesi ráð eru ætlað teimum, ið hava bróstsviða (refluks), men tey, sum hava súran maga (dyspepsi), hava eisini gagn av teimum: