18. september 2019

Fótadagur 2019

19. september er fótanna dagur. Í hesum sambandi hevur felagið Danske Fodterapeuter framleitt ein faldara við 10 góðum ráðum um fótarøkt.

 

10 góð ráð um fótarøkt

 

  1. Skola føturnar í lunkaðum vatni dagliga - tað kann t.d. vera, tá ið tú ert í bað.
  2. Turka føturnar væl eftir brúsubað - serliga millum tærnar.
  3. Klipp neglirnar beint tvørturum - um tú klippur neglirnar niðurvið úti í síðunum, økist vandin fyri niðurgrónum neglum.
  4. Hørð húð og líktorn skulu viðgerast - hørð húð og líktorn eru tekin um, at tyngdin á fótunum er skeiv ella ov eintáttað.
  5. Mýk føturnar við einum góðum vætukremi - ansa tó eftir ikki at koyra krem millum tærnar.
  6. Ger venjingar við fótunum - Venjingar við fótunum og tærnum styrkja vøddarnar og økja um smidleikan.
  7. Minst til reinar sokkar - sokkar skulu skiftast hvønn dag og mugu ikki vera trongir.
  8. Kanna føtur og skógvar hjá børnum - børn duga ikki altíð at siga frá, um skógvarnir eru ov smáir.
  9. Nýt innlegg í skónum - um tú stendur ella gongur skeivt, kann tað hava pínu við sær.
  10. Nýt skógvar, ið hóska til endamálið - skógvar við lágum hælum, skógvar við høgum hælum, spískir skógvar, breiðir skógvar, bleytir skógvar…

 

Les meira á www.altomfoden.dk.

Á apotekinum vegleiða vit fegin um fótarøkt og tilbúningar til føturnar.

Yvirskrift, um tørvur er á tí

Upplatingartíðir