Felagsheitið fyri ringa húð og pirrur er akne. Her er talan um fleiri serlig húðareyðkenni, ið stava frá bruna í og rundan um fitikertlar, og tað elvir til pirrur og ringa húð.
Í kynsbúningaraldri økist nøgdin av kynshormonum í blóðinum, m.a. kallkynshormonið testosteron. Hetta hormonið broytist av kveikum (enzymum) í fitikertlunum til eitt virknari hormon, sum síðan elvir til størri fitikertlar og økta fitinøgd. Úrslitið er, at gongdin úr fitikertlunum tippist av deyðum húðkyknum (keratin).
Pirrurnar kunnu vera opnar við svørtum keratintøppi ella afturlatnar og hvítar á at líta. Bakteriugróðurin í fitini broytist, og aknebakterian (proprionbacterium acnes) nørist. Vanliga kemur bruni í pirrurnar og rundan um tær, og húðin kennist tjúkkari enn vanligt. Bløðrur við bruna, og kanska eisini størri bløðrur (cystur), koma fram.
Ring húð (akne vulgaris) er ein sera vanlig húðilska. Í roynd og veru fáa 80 % av øllum ungum hana. Tey flestu fáa bara nakrar fáar pirrur, og tá er ikki tørvur á viðgerð, men onnur hava stóran trupulleika av ilskuni og kunnu tí fáa stórt gagn av viðgerð við heilivági.
Ilskan byrjar vanliga um kynbúningaraldur og er vanligast hjá 14-18 ára gomlum, men síðan svinnur hon so líðandi. Í flestu førum hvørvur ilskan innan 25 ára aldur. Tó sæst hon hjá 1% av monnum og 5% av kvinnum á 40 ára aldri.
Ring húð kann koma av:
Vanliga fáa fólk ringa húð í andlitið, á ryggin og á bringuna. Orsøkin er, at vit hava størri og fleiri fitikertlar her enn aðrastaðni á kroppinum.
Vanligastu sløgini av ringari húð eru:
Pirrur kunnu skapa bæði menniskjuligar og sálarligar trupulleikar. Men pirrur kunnu viðgerast, og tú eigur at fara til lækna, serliga um tað er av tí ringara slagnum, fyri ikki at fáa arrvevnað.
Heilivágsviðgerðin byrjar vanliga at hjálpa eftir 4-8 vikum.
Viðgerðin kann býtast upp í:
Tað er ikki óvanligt at blanda viðgerðina.
Apoteksstarvsfólk hava holla vitan um húðkrem fyri ringa húð, her er bara at koma inn á apotekið og fáa ráðgeving. Eisini gera vit húðkanning, so vit kunnu finna fram til, hvar trupulleikin liggur (Les um húðmáting her).
Heilivágur við benzoylperioxidi drepur bakteriur og upploysir pirrurnar. Benzoylperoxid kann mislita klæðini. Heilivágur við adapalen og isotretinoin bæði upploysir og linkar brunan. Tey gera húðina eyka viðbrekna fyri sól. Má ikki brúkast av barnakonum.
Heilivágur við azalainsýru linkar brunan og upploysir pirrurnar. Heilivágur við clindamycin virkar mest brunatálmandi. Viðmælt verður altíð at samskipa Clindamycin við onnur evni, so bakteriurnar ikki gerast mótstøðuførar.
Tú skalt geva gætur, at hjá mongum gerst húðin turr og viðbrekin. Tú skalt seta teg í samband við lækna, um hetta gevur ov nógvan ampa og í samráð við lækna finna eina loysn, sum eitt nú kann vera, at viðgerðirnar fækka.
Tetracyklin verður vanliga tikið í fleiri mánaðir, tó ikki til børn undir 12 ár ella til barnakonur. Fyri at heilivágurin skal upptakast so væl sum gjørligt, eigur tú ikki at eta mjólkarúrdráttir 3 tímar fyri og eftir, at heilivágurin er tikin. Tað verður tó viðmælt at taka tað saman við einari lítlari máltíð. Heilivágurin ger húðina ljósviðkvæma, og tískil eigur tú at halda teg frá sól og solarium (Sí Sólin og heilivágur). Erythromycin kann verða tikið, har tetracyklin ikki kann nýtast orsakað av hjáárini.
Hormonir – kvinnur, ið verða illa plágaðar av ringari húð og møguliga øðrum hormonellum trupulleikum, kunnu viðgerast við samansettum p-bollum, sum darva fitinøgdina. Her verða nýttir p-bollar við gestageninum cyproteronacetat og onkuntíð drospirenon.
Isotretinoin verður brúkt til bløðrutar pirrur, ella har onnur viðgerð ikki hevur verið nøktandi. Hetta er eitt A-vitaminlíkt evni, sum bæði tálmar fitinøgdini og grøðir fitikertlarnar. Viðgerðin varir í 4-6 mánaðir. Má ikki brúkast av barnakonum, og tú, sum ert í viðgerð, eigur at nýta góða fyribyrging í upp til 1 mánað eftir, at viðgerðin er liðug. Eigur ikki at verða tikið saman við tetracyklini!
NB!! Serlækni í húðsjúkum skal standa fyri viðgerðini
Galdandi er fyri flestu viðgerðirnar, at bati sæst ikki fyrr enn eftir 4 vikum, og besta úrslitið sæst eftir umleið 4 mánaðum. Mælt verður altíð til at brúka eina staðbundna (lokala) viðgerð, tað merkir heilivág, sum verður smurdur á útvortis saman við tablettviðgerðini.