Ferðaverkur

Drúgvar ferðir á landi, á sjógvi og í luftini kunnu elva til ferðaverk. Ferðaverkur kemur av, at tað, tú sært, stríður ímóti teimum boðum, sum heilin heldur seg fáa ella fata. Tá ið heilin ikki fær tulkað tey boð, hann móttekur, fært tú ferðaverk.

 

Hvørji eyðkenni eru fyri ferðaverk?

Eyðkenni við ferðaverki eru í byrjanini høvuðpína, dølskni og roði, sum síðan fara yvir í bleikt dæmi, kaldasveitta, vaml, spýggju, og muðurin gerst turrur.

Kann ferðaverkur fyribyrgjast?

Ferðaverkur kann fyribyrgjast við tablettum ella plástri.

Ein annar møguleiki er at royna Sea-band®-armbandið fyri ferðaverk og vaml. Sea-band setur kropsins egnu verju í gongd fyri sjóverk og bilverk. Veikt trýst verður lagt á akupressurpunkt undir handliðunum – sama sum í akupunktur-viðgerð; men við ongum nálum. Harafturat eru fleiri, ið nýta tað fyri barnakonuvaml.

Ymiskt er, hvat av hesum riggar best, so spyr teg fyri á apotekinum.

Fæst heilivágur í handkeypi til ferðaverk?

Bæði tablettir og plástur eru at fáa í handkeypi.

Tablettir skulu vanliga takast ½-1 tíma áðrenn fráferð og virka í 4-12 tímar. Plástrið skal harafturímóti setast á 5-6 tímar fyri fráferð og virkar í 3 samdøgur.

Flestu tablettir av hesum slagi eru merktar við reyðum ávaringartríhyrningi, tí tær kunnu vera doyvandi – nakað, ið bilførarar eiga at hava í huga. Somuleiðis eiga vit at minnast til, at tablettir kunnu økja um virknaðin av alkoholi.

 

Góð ráð fyri ferðaverk

  • Hygg út, so at heilin fær ikki mótstríðandi boð um javnvág
  • Les ikki, tekna ikki og hygg ikki at filmi
  • Eitt tað besta fyri ferðaverk er at sova
  • Anda so nógva fríska luft sum gjørligt
  • Et ikki ov stóra máltíð
Upplatingartíðir