Bløðrubruni

Bløðrubruni er bruni í bløðruslímhinnuni, sum oftast kemst av tarmbakterium (E-coli). Bløðrubruni varar som oftast ikki longur enn nakrar dagar. Hendingaferð kann sjúkan spreiða seg upp í nýruni og geva nýrnakokubruna og síðani møguliga eisini blóðeitran.

Vanligastu eyðkennini av bløðrubruna er sviði, tá vatnið skal latast, ella kenslan av at vilja pissa alla tíðina, uttan at trongdin er so stór. Eisini kann landið fáa ein annan lukt.

Kvinnur

Sum oftast eru tað kvinnur, sum fáa bløðrubruna. Hetta tí landræsið hjá kvinnum er styttri enn hjá monnum, og tí sleppa bakteriurnar frá tarmunum lættari til bløðruna.

Bløðrubruni er vanligur hjá barnakonum, og av tí at komplikatiónir ofta kunnu standast av hesum, so verður landið javnan kannað hjá barnakonum.

Kvinnur í skiftisárunum eru eisini í størri vanda fyri at fáa bløðrubruna vegna trot á tað kvinnuliga kynshormonið. Trotið viðførir turrar rovur í skeiðini. Hetta betrar um lívskorini hjá bakteriunum, sum kunnu flyta seg longri upp í bløðruna.

Menn

Menn fáa sjáldan bløðrubruna, og sum oftast eru tað menn, sum hava trupulleikar frammanundan, sum t.d. við prostata, sum fáa bløðrubruna. Eldri menn fáa oftari bløðrubruna vegna minkandi evni at tøma bløðruna heilt.

Børn

Børn hava sjáldan bløðrubruna. Sjúkueyðkennini hjá børnum eru ofta minni ítøkilig - eitt nú veikleiki, tey tola ikki nógv av, hava ikki matarlyst og spýggja.

Viðgerð

Metir læknin, at tú skalt viðgerast, eru tað ymisk sløg av antibiotika, ið kunnu nýtast. Tað vanligasta, ið verður nýtt, er sulfonamid (eitt nú Lucosil), pivmecillinam (Selexid – kann tó bert nýtast, um ein blóðroynd finst, ið vísir, at carnitin mongdin í blóðinum er yvir 10 µmol/L), eitt breiðspektrað penisillin (ávirkar fleiri bakteriur) ella nitrofurantoin. Viðgerð í 3 dagar fyri bløðrubruna er vanligvís nokk til kvinnur, meðan menn skulu viðgerast í eina viku. 

Neyðugt kann eisini verða at fáa fyribyrgjandi viðgerð í longri tíð, um ein hevur afturvendandi bløðrubruna.

Hvat kann eg gera?

  • Hevur tú illgruna um bløðrubruna, hjálpir tað at drekka nógv. Hinvegin kanst tú ikki fyribyrgja bløðrubruna við at drekka nógv.
  • Tøm bløðruna ofta og heilt, serliga fyri songartíð og eftir samlegu.
  • Tranaber kunnu í vissan mun verja fyri bløðrubruna, men skjalprógvanin er ikki mikil og skillig. Tú kanst fáa tranaber-hylki á apotekinum.
  • Tað er umráðandi at hava gott reinføri og nýta sápu við einum lágum pH-virði, so tær bakteriur, sum eiga at vera í neðra, ikki verða týndar. Tað kann júst verða við til, at ein lættligari fær bløðrubruna.
  • Ansa eftir kuldaávirkan.

Nær skal eg fara til lækna?

Far til læknan beinanvegin:

  • Um blóð sæst í landinum
  • Um tú hevur fepur og møguliga pínu í nýrunum
Upplatingartíðir