Um tú hevur diabetes, er tað av týdningi at røkta føturnar væl. Í hesum sambandi eru serlig atlit at taka.
Vaska føtur og leggir dagliga við lunkaðum vatni og mildari sápu. Turka væl og smyr síðani við vætukremi ella feitum kremi. Tað verður frámælt at sita í fótabaði, men um tú ynskir at sita í fótabaði, skal hetta vera í mesta lagi í 5 minuttir, og vatnið skal ikki vera meira enn 37ºC, brúka møguliga eitt termometur.
Nýt milda sápu t.d. A-Derma sápu-bar, Apoteksins baby-sápu ella Danatekt hár- og kropssjampo. Um hælirnir eru sera turrir, og møgulig riva er, gagnar at brúka Atrac-Tain krem.
Til dagliga røkt av vanligari húð verður smurt við t.d. vætukremi, Danatekt-lotión ella Decubal-lotión. Til dagliga røkt av turrari húð verður smurt við t.d. Archiv, Danatekt-kremi, Decubal clinic-kremi ella A-Derma Exomega-kremi.
Skift sokkar ella hosur hvønn dag. Gott er at brúka sokkar ella hosur úr ull ella bummull, sum ikki eru trong og ikki hava seymir. Apotekið selur sokkar og hosur uttan elastikk og seymir, bæði ull og bummull, ið eru serliga ætlað diabetikarum.