Djóraheilivágur er allur heilivágur til djór – bæði í handkeypi og á resept. Sum við øðrum heilivági er tað bara Apoteksverkið, sum hevur loyvi at framleiða, innflyta og selja djóraheilivág í Føroyum. Her verða eisini krøv stillað til framleiðsluna, góðskuna, trygdina og virknaðin, og heilsumyndugleikarnir fremja eisini javnan eftirlit.
Sí meira um góðskugóðkenning hjá Apoteksverkinum fyri djóraheilivág her.