Nógv húski við børnum kenna til barnaorm. Barnaormur kemur fyri allastaðni í heiminum og hjá øllum fólki á øllum aldri, tó er hann vanligast hjá børnum og ungum.
Barnaormur kemur av orminum Enterobius vermicularis. Menniskjan er einasti vertur hjá barnaormi, sum vit vita um. Ormveran verður klakt í blágørnunum (tyndtarmen) og mennist til vaksnan orm eftir einum mánaði og heldur síðan til í langanum (tyktarmen). Um náttina ferðast honin út gjøgnum baktarmsopið, verpur og leggur fleiri túsund egg rundan um opið. Síðan doyr hon. Eggini halda sær á lívi einar 2 vikur í t.d. seingjarklæðum, húsdusti ella undir neglunum. Smittað verður frá endatarmi til munn.
Eyðkenni fyri barnaorm er skriði rundan um baktarmin, serliga um náttina meðan barnið liggur undir tí heitu dýnuni. Skriðin kemur av, at honormurin um náttina, sum sagt, ferðast út til baktarmin og leggur eggini í húðarfaldirnar har.
Ofta varnast foreldur, at børnini hava fingið orm, tí tey síggja evarska klænan, hvítgulan orm rundan um barnsins baktarm ella í skarninum. Ormurin er 8-13 mm x 0,5 mm til støddar.
Barnaormur smittar frá einum fólki til annað. Eggini kunnu yvirliva í dusti og í øðrum líknandi í fleiri vikur. Tá ið barnið skriðar sær, fær tað egg á fingrarnar ella undir neglirnar og koyrir tey síðan í munnin. Á tann hátt smittar barnið seg sjálvt og heldur lív í ormafongdini. Smittan kemur serliga frá hondum, leikum, vesibrettum osfr.
Børn á dagstovni smitta lættliga hvørt annað. Fær ein í húsinum barnaorm, breiðir tað seg ofta til hini í húsinum. Harumframt kunnu børn smitta seg sjálvi, tí viðgerðin drepur ikki eggini, men bara tann vaksna ormin. Tí er umráðandi at taka viðgerðina uppaftur. Tá ið tað kann tykjast so torført at sleppa av við barnaorm, er tað ikki, tí at heilivágurin, sum finst, er vánaligur, men tí at fólk beinanvegin verða smittað aftur. Tað hendir sjálvandi oftast, har ið reingerðin innanhýsis svíkur.
Barnaormur verður viðgjørdur við mebendazol (Vermox®). Alt húskið skal viðgerast samstundis.
Mebendazol fæst ávikavist sum tablettir og flótandi á apotekinum eftir forskrift. Heilivágurin skal gevast tríggjar ferðir við á leið tveimum vikum millumbili. Vanliga er hendan viðgerðin nóg mikið. Mebendazol virkar á tann hátt, at ormurin upptekur ikki so lætt sukur, og tá doyr bæði tann vaksni ormurin og ormveran. Eggini kunnu yvirliva. Tá ið ormarnir eru deyðir, hvørva teir við skarninum.
Læknin kann trýsta límsíðuna á klárum klisturbandi móti baktarmsopinum, serliga á morgni áðrenn farið verður á vesi. Klisturbandið verður síðan kannað við sjóneyku, um egg kanska eru at finna.
Ofta verður hugt at baktarmsopinum ella skarninum saman við einari sjúkusøgu.
Børn kunnu saktans fara á dagstovn, um tey eru í viðgerð fyri barnaorm, men starvsfólkini mugu verða kunnað, so tað slepst undan, at hini børnini verða smittað.
• Baða hvønn morgun fyri at burturbeina egg og orm rundan um baktarmin
• Skift seingjarklæði og undirklæði so ofta sum gjørligt, serliga 7-10 dagar eftir viðgerðina
• Klipp neglirnar hjá børnunum stuttar, so at eggini ikki seta seg har
• Vaska handkløð, seingjaklæðir, náttklæðir og undirklæðir við minst 60 gradir fyri at drepa egg og ormar sum kunnu goyma seg har
• Tað er umráðandi, at øll í húskinum – bæði børn og vaksin – vaska sær væl um hendurnar, tá ið tey hava verið á vesi og fyri hvørja máltíð
• Halt bústaðin reinan, serliga í sovikamarinum
• Et ikki í sovikamarinum
• Um fleiri í húskinum eru fongd, skulu tey viðgerast sama dag