15. februar 2019
Reseptir verða ikki longur útskrivaðar á pappír. Men tú kanst altíð biðja um at fáa eitt heilivágsyvirlit yvir heilivágin, ið tú eigur tøkan í skipanini.
Síðan vit tíðliga í fjør fóru undir pappírsfría reseptavgreiðslu, verða reseptirnar ikki longur skrivaðar út á pappír, men finnast talgildar í skipan okkara.
Um tørvur er á tí, kann ein fáa eitt heilivágsyvirlit yvir heilivágin, ið ein eigur tøkan í skipanini. Heilivágsyvitlitið er persónligt og verður tí bert útflýggjað til persónin sjálvan.
Endamálið við pappírleysum reseptum er m.a. at økja um trygdina av persónsviðkvæmum upplýsingum, at fáa stytt um avgreiðslutíðina og verja um umhvørvið.