12. november 2024
Vegna broyting í ferðaætlanini hjá Norrønu í vetur og inntil endan av mai 2025 fáa apotekini ikki longur vøru sum vant mánadagar, men týsdagar í staðin. Í hesum tíðarskeiðnum kann vera at vøran ikki verður tøk ella á hillunum fyrr enn mikudagar. Broytingin er galdandi fyri øll apotekini.