20. mars 2020
Munur er á teimum ymisku evnunum, ið kunnu verða nýtt til sóttreinsan. Vel rætta sóttreinsanarevnið til rætta høvið.
Handspritt, ið inniheldur glycerin, verður nýtt til at sóttreinsa hendurnar við. Hendurnar skulu vera turrar og ikki vera sjónliga skitnar. Um hendurnar eru vátar og skitnar, eigur tú at vaska tær við vatni og sápu, áðrenn tú nýtir handspritt. Alkoholið í sprittinum missir skjótt virknaðin, tá tað kemur í samband við lívrunnið tilfar. Nýt handspritt ið inniheldur millum 70-85% v/v ethanol.
Glycerin (verður eisini kallað glycerol) er ein sukuralkohol, sum í reinum formi er klár, tjúktflótandi væta uttan anga. Glycerin hevur sera góðan eginleika at varðveita fukt, og tískil verður glycerin ofta brúkt í framleiðslu av ymiskum kremum og flótandi vætum, men eisini í ymiskum matvørum.
Handspritt við glycerin skal nýtast á hendan hátt:
Koyr 2-3 ml í lógvan og gníggja hendurnar væl. Handsprittið skal taka í minsta lagi 30 sekund at torna, fyri at fáa tann ynskta virknaðin.
Nær skal eg velja at nýta handspritt í staðin fyri at vaska við sápu?
Um tú javnan verður noyddur at vaska tær um hendurnar, so kanst tú uppliva, at hendurnar gerast turrar. Í hesum førum kanst tú verða noyddur at smyrja hendurnar við kremi, fyri at verja hendurnar. Um hendurnar ikki eru vátar ella skitnar, so kanst tú eisini nýta handspritt inn í millum, í staðin fyri at vaska tær við sápu. Glycerinið í handsprittinum gevur hondunum fukt.
Um tú hevur arbeiði, ið setir serlig krøv til reinføri, so kann vera neyðugt, at tú javnan sprittar hendurnar, og ikki bert vaskar við sápu.
Hevur tú tørv á at sóttreinsa yvirflatur, so verður ikki viðmælt at nýta handspritt, ið inniheldur glycerin. Tá verður viðmælt at nýta spritt, ið er egnað til yvirflatur, m.a. Hospitalsspritt. Sprittið skal innihalda 70-85 % v/v ethanol.
Tilfarið, ið verður nýtt at turka yvirflatuna við, eigur ikki at taka ov nógva vætu í seg. Alkoholið í sprittinum dampar skjótt burtur, og hetta ger, at virknaðartíðin ikki er serliga long. Í summum førum eigur tú tí at turka eftir yvirflatuni fleiri ferðir.
Kelda: https://hygiejne.ssi.dk/retningslinjer