15. mai 2019
Euromelanoma er eitt afturvendandi átak, ið er ment og sett á stovn av húðlæknum úr øllum Europa. Endamálið er at styrkja, menna og samskifta um fyribyrging, sjúkueyðkenni og viðgerð av húðkrabba.
Húðkrabbi er alsamt ein veksandi trupulleiki – eisini hjá Føroyingum. Tað verða árliga staðfest nógvir tilburðir av húðkrabba, og tí er tað so týdningarmikið at varpa ljós á evnið.
Ráðgeving og kunning eru nøkur av kjarnuøkjunum hjá starvsfólkunum á apotekunum, og tí fara vit á Tjaldurs Apoteki at gera eitt átak hósdagin 16.mai frá kl. 10-16, har borgarin er vælkomin at koma inn á apotekið og fáa eitt prát við starvsfólkið um evnið.
Vit fara at varpa ljós á týdningin av at kanna síni móðurmerkir, hvussu ein ger hetta og hvussu ein kann fyribyrgja húðkrabba við m.a. at verja húðina ímóti sólini.
Eisini hava vit hendan dagin serlig tilboð uppá ymisk sløg av sóltilbúningum.
Les meira um Euromelanoma her.