Pessar

Pessarur er ein gummihetta, ið skal setast um lívmóðurhálsmunnan og nýtast saman við sáðdrepandi kremi.

Tú setur sjálv pessarin upp í móðurskeiðina innan samlegu. Pessarur skal verða sitandi 6-8 tímar eftir síðstu samlegu, soleiðis at sáðdrepandi kremið nær at virka. Pessarurin letur aftur fyri lívmóðurmunnanum, soleiðis at sáðkyknur ikki finna veg upp í lívmóðurina.

                         

Gev gætur!

  • Pessarur kann keypast í handkeypi á apotekinum, men áðrenn skal mát verða tikið av lækna
  • Trygdin er upp til 98%, um rætt verður borið at, og pessarur verður nýttur saman við sáðdrepandi kremi
Upplatingartíðir