Koppsetingar til børn

Í Føroyum verður mælt til, at øll børn verða koppsett fyri ávísar sjúkur. Tær tilmæltu koppsetingarnar eru ókeypis og verða gjørdar hjá kommunulæknunum. Hetta er fyri at verja børnini fyri smittusjúkum, sum kunnu viðføra álvarsamar eftirsjúkur. 
 
Tær koppsetingar, ið verða latnar ókeypis í Føroyum, eru lýstar í Kunngerð nr. 151 frá 29. okt. 2020 um ókeypis koppseting ímóti ávísum sjúkum. 

Persónar yngri enn 18 ár kunnu verða koppsettir ókeypis fyri kikhosta, difteritis, stívkrampa, polio, meslingar, fárasjúku og reydlingar. Børn yngri enn 6 ár kunnu verða koppsett ókeypis fyri hæmophilus influenzae, typa b, og børn yngri enn 2 ár kunnu verða koppsett ókeypis fyri pneumokoksjúku. 

Kvinnur í aldrinum 12-27 ár og dreingir í aldrinum 12-17 ár kunnu verða koppsett fyri Human Papilloma Virus (HPV), sum m.a. kann geva lívmóðurhálskrabbamein og endatarmskrabbamein. Koppsetingin skal verða framd, innan kvinnan fyllir 28 ár og innan drongurin fyllir 18 ár. 

Danska barnakoppsetingarskráin verður fylgd. Nógvar av koppsetingunum eru samansettar og verja tískil fyri tveimum ella fleiri sjúkum samstundis.

Barnakoppsetingarskráin

Tá barnið er 3 mánaðir:           DiTeKiPolHib I og PCVI 

Tá barnið er 5 mánaðir:           DiTeKiPolHib II og PCVII 

Tá barnið er 12 mánaðir:         DiTeKiPolHib III og PCVIII 

Tá barnið er 15 mánaðir :        MFR I 

Tá barnið er 4 ár:                     MFR II 

Tá barnið er 5 ár:                     DiTeKiPol endurkoppseting  

Tá barnið er 12 ár:                  HPV I og II (møguliga III)

Di: Difteri 
Te: Tetanus = Stívkrampi 
Ki: Kikhosti 
Pol: Polio = barnalamningur 
Hib: Haemophilus influenza 
PCV: Pneumokok vaksina 
M: Meslingar 
F: Fárasjúka 
R: Reydlingar 
HPV: Human papillomavirus vaksina

 

Hvussu leingi er barnið vart?

Tá ið eitt barn er farið gjøgnum koppsetingarskránna, er tað vart fyri difteri og stívkrampa í øllum førum í 10 ár og fyri kikhosta í eini 10 ár. Fyri ávísum álvarsomum pneumokoksjúkum er barnið vart til 4 ára aldurin. Fyri meningitis og barkaloksbruna, sum stavar frá Hib-bakteriuni, og fyri polio, meslingum, fárasjúku og reydlingum er barnið vart alt lívið. Eftir tær báðar HPV-koppsetingarnar ert tú at rokna sum vardur fyri uml. 90% av teimum HPV-typunum, sum kunnu elva til krabbamein.

Hvat kann eg gera?

Á apotekinum kann plástur og krem við lokaldoyvandi evni (lidokain+prilokain) keypast. Emla ella Tapin, sum hesin lokal-doyvandi heilivágurin eitur, doyvir húðina og skal setast á í minsta lagi 1 tíma, áðrenn prikað verður.

Upplatingartíðir