08. juni 2020
Heimsheilsustovnurin WHO viðmælir nú til at nýta munnbind. Viðmælt verður at nýta munnbind har nógv fólk eru tætt saman, og har trupult er at verja seg frá korona smittu
Atlantsflog boðar nú eisini frá, at øll ferðandi við Atlantsflogi skulu bera masku umborð frá 15. juni. Børn undir 6 ár og fólk, sum hava trupulleikar við andaleiðini verða tó ikki kravd at bera munnbind.
À apotekunum er møguleiki fyri at keypa munnbind. Vit selja tó bert 10 munnbind til hvønn kunda. Munnbindini eru av merkinum Suavel Protec 3 lag og typa 2 munnbind.
Heimsheilsustovnurin WHO greiða frá hvussu munnbind eiga at verða nýtt.
Les meira um leiðbeiningarnar frá WHO her: Ynskir tú at lesa meira um COVID-19 trýst her: