18. november 2019

Europeiskur antibiotikadagur 18. novembur

Í samband við tann europeiska antibiotikadagin hevur danska antibiotikaráðið valt at varpa ljós á bløðrubruna hjá kvinnum. Nógvar kvinnur verða raktar av bløðrubruna – serliga kvinnur yngri enn 30 ár og eldri enn 60 ár. Við at fylgja 3 góðum ráðum, kanst tú í stóran mun fyribyrgja bløðrubruna.

3 góð ráð, ið kunnu fyribyrgja bløðrubruna hjá kvinnum

 

  • Drekk nokk av vætu og skola bakteriurnar burtur

  • Gev tær stundir, tá ið tú kastar tær av vatninum

  • Minst til reinføri í neðra

 

1. Minst til at drekka nokk av vætu gjøgnum dagin.

Drekk javnan – helst 1 – 2 L gjøgnum dagin. Um tú drekkur nokk av vætu, skalt tú oftari á vesi, og tá tú kastar tær av vatninum, verða bakteriurnar skolaðar burtur. Øll væta verður roknað uppí – eisini kaffi og te.

 

2. Tað er umráðandi, at bløðran verður tømd, so bakteriur ikki fáa gróðrarfesti.

Minst til at geva tær góðar stundir, tá ið tú kastar tær av vatninum – gevst ikki fyrr enn bløðran kennist tóm. Tú kanst eisini ganga nøkur fet og síðan fara aftur á vesi fyri at tøma bløðruna heilt.

Set teg í samband við lækna, um tú hevur varhugan av, at tú ikki fært tømt bløðruna.

Um tú javnan gert kokuvenjingar, kann tað hjálpa tær við at tøma bløðruna.

 

3. Ansa væl eftir rovunum. Tað er umráðandi at vera rein og turr í neðra.

Vaska tær dagliga og skift handklæði regluliga. Nýtur tú reinførisbind ella blæu, minst so til at skifta, tá ið tey eru vátlig. Viðmælt verður eisini at vaska sær eftir kynsliga samveru.

 

Les meira á https://www.antibiotikaellerej.dk/

Á apotekinum vegleiða vit fegin í tilbúningum til fyribyrging av bløðrubruna.

Yvirskrift, um tørvur er á tí

Upplatingartíðir