Ein p-kubbi er ein stavur, sum læknin setur inn undir húðina á innaru síðu á yvirarminum, har eitt hormon spakuliga verður leyslatið. P-kubbin virkar soleiðis:
Hann forðar eggloysnini
Hann ger tað ringt hjá sáðkyknum at “vinna vegin fram”
Gev gætur!
P-kubbin fæst til keyps á apotekinum eftir forskrift frá lækna
P-kubbin kann halda í 3 ár, áðrenn hann skal skiftast