Mini-bollar

Í minibollum er eitt slag av hormonum, gestagen, ið virkar soleiðis: 

  • Tað ger tað ringt hjá sáðkyknum at “vinna vegin fram”
  • Tað ger, at eitt møguligt gitið egg ikki kann festa seg í lívmóðurslímhinnuna

Mini-bollar fáast á apotekinum eftir forskrift frá lækna og skulu takast hvønn dag somu klokkutíð.

Nøkur sløg av mini-p-bollum steðga, eins og p-bollin, eggloysnini, tí at hormonskamturin er stórur. Hesir mini-bollar skulu eisini takast hvønn dag, men eru ikki líka tengdir at eini neyvari klokkutíð. 

Gev gætur!

  • Mini-bollar fáast á apotekinum eftir forskrift frá lækna
  • Trygdin er uml. 98 %, um mini-bollarnir verða tiknir hvønn dag sama klokkutíma
  • Mini-bollar við stórum hormonskamti hava somu trygd, sum p-bollarnir – tvs. næstan 100%, um teir verða tiknir regluliga
Upplatingartíðir