Oyrnastingir

Oyrnastingir hjá børnum kunnu stava frá oyrnabruna, miðoyrnabruna, hálsbruna ella krími. Pínan kann eisini standast av, at oyrað er hovnað, ella tí eitthvørt er í oyrnagongini. Oyrnastingir kunnu eisini stava frá ígerð í tannrót.

Oyrnastingir kunnu eisini setast í samband við trýstbroytingar í miðoyranum t.d. á einari flogferð, tá ið flogfarið fer á flog ella setur seg.                            

Hvat kann eg gera?

  • Gev barninum pínudoyvandi ella fepurlækkandi heilivág (Paracetamol). Er barnið yngri enn 2 ár, skalt tú ráðføra teg við lækna
  • Legg pútur undir barnsins yvirkropp fyri at fáa høvdið hægri
  • Lat barnið fáa ivaleyst at drekka
  • Brúka nasadropar/saltvatn, um nøsin er tipt
  • Far til lækna við barninum um vágur (gul væta) rennur úr oyranum, ella um barnið hevur fepur og hoyrir munandi verri

Sí eisini síðuna um miðoyrnabruna her.

Upplatingartíðir