24. mars 2021

Trupulleikar at útvega Centyl við Kaliumklorid

Teir komandi mánaðirnir kann væntast at verða trupulleikar av kombinatiónspreparatinum við bendroflumethiazid + kaliumchlorid (eitt nú Centyl við Kaliumklorid), í øllum styrkjum og pakningsstøddum. Nakrar styrkir og pakningsstøddir kunnu væntast at koma aftur í novembur t.d. Centyl Mite við Kaliumklorid tablettir 1,25 + 573 mg

Mælt verður til at eftirmeta um tað framvegis er orsøk fyri viðgerð við Thiazid. Nógvir sjúklingar eru í vatndrívandi viðgerð av óklárum ella ikki aktuellum sjúkuorsøkum.

So longi restordri er við bendroflumethiazid + kaliumchlorid er møguleiki at skifta til hydrochlorthiazid (Hydromed). Minst tó til at ordinera Kaleroid saman við.

2,5 mg bendroflumethiazid svarar til 25 mg hydrochlorthiazid (umrokningsfaktorurin er ~10) [1].

Í staðin fyri kaliumchlorid-partin er møguligt at nýta tablettir Kaleorid 750 mg - OBS styrkir eru ymiskar í samband við kombinatiónspreparatini. Tilmælt verður at eyka eftirlit verður hildi við serum-kalium

Dømi

  • 1 tablett Centyl Mite med KCl kann gevast í staðin fyri 1 tablett av Hydromed 12,5 mg + 1 tablett Kaleorid (harumframt uppfylgjandi eftirlit av vætutølinum)
  • 1 tablett Centyl við KCl kann gevast í staðin fyri 1 tablett av Hydromed 25 mg + 1 tablett av Kaleorid (harumframt uppfylgjandi eftirlit av vætutølinum)

Ver varigur við at skifta aftur til bendroflumethiazid, tá ið støðan við restordrum er liðug. Hetta orsaka av øktum vanda fyri fáa ávís sløg av varra- og húðkrabba við langtíðar nýtslu av hydrochlorthiazid [1].

Reference

[1] https://www.sst.dk/da/nyheder/2018/irf-information-om-hydrochlorthiazid-og-kraeft-i-huden

 

 

Yvirskrift, um tørvur er á tí

Upplatingartíðir