06. mars 2019

Nýggj barnakoppseting

Frá mars mánað verður grundvaksinan í barnavaksinatiónsprogramminum broytt. Pentavac verður tøk at bíleggja mikudagin 13.03.19.

Frá mars mánað verður grundvaksinan í barnavaksinatiónsprogramminum broytt frá

DiTeKiPol/Hib (AJ Vaccines A/S) til Pentavac (Sanofi).

Tað verður viðmælt, at tey børn sum eru byrjað uppá DiTeKiPol/Hib skulu vaksinerast liðugt við hesari vaksinu.

Seinni í ár vænstast eisini ein broyting frá 

DiTeKiPolBooster (AJ Vaccines A/S) til Tetravac (Sanofi).

Hetta er boostervaksinan sum børn fáa um 5 ára aldur.

Orsøkin til broytingina er, at tað er eitt lógarkravt útboð av vaksinum sum fyribils er galdaldi í 4 ár, og hesaferð fall valið á Pentavac og Tetravac frá Sanofi.

Sí meira kunning her.

Yvirskrift, um tørvur er á tí

Upplatingartíðir