15. oktober 2019

Kunning frá SSI

Rabipur, koppseting fyri rabies, kann ikki útvegast í løtuni. Apotekið fær tískil koppsetingina Verorab í staðin. Verorab er ikki skrásett í Danmark ella Føroyum. Eisini verður barnakoppsertingin broytt frá DiTeKiPol Booster til Tetravac og frá DiTeKiPol/Act-Hib til Pentavac.

Verorab kann nýtast á sama hátt sum Rabipur, og eisini sum endurkoppseting (booster) aftaná koppseting við Rabipur. Av tí at Verorab er ikki skrásett í Danmark ella í Føroyum, so er ongin beinleiðis kunning tøk. Kunningarlepi og produktinformatión á enskum kann umbiðast á apotekinum. Forskriftir á Rabipur verða orsakað av hesum broyttar til Verorab, uttan at apotekið setir seg í samband við lækna.

Broytingin í barnakoppsetingini frá DiTeKiPol Booster til Tetravac verður gjørd so við og við í samband við at goymslan á DiTeKiPol Booster verður uppi. Tað hevur verið møguligt at bíleggja Pentavac eina tíð, og DiTeKiPol/Act-Hib verður so við og við útskift við Pentavac, sum eisini áður kunnað. Sí tíðindi frá fyrr í ár her.

Yvirskrift, um tørvur er á tí

Upplatingartíðir