08. apríl 2019
Lægemiddelstyrelsen hevur avgjørt, at heilivágurin rivastigmin fær treytað tilskot frá 08. apríl 2019.
Lægemiddlestyrelsen hevur mett um tilskotsstøðuna á hylkum og depotplástrum sum innihalda heilivágin rivastigmin í ATC bólkinum N06DA03. Tilskotsstøðan hjá rivastigmin broytist frá onki tilskot til treytað tilskot. Læknin skal hervið meta um, um sjúklingurin lýkur treytirnar fyri at fáa stuðul, og viðmerkja hetta á forskriftina. Skriva t.d. "Tilskot" í teigin "anden information" í Cosmic.
Rivastigmin hylkir og depotplástur eru góðkend til viðgerð fyri sjúkueyðkenni sum koma av mildum til moderatum ringum Alzheimers demensi.
Les meira um avgerðina her.