Livralýsi er eitt kostískoyti, ið inniheldur lívsneyðugar fitisýrur og vitaminir.
Omega-3 fitisýrur eru lívsneyðugar fitisýrur, ið vit fáa við kostinum ella við kostískoyti. Omega-3 fitisýrurnar EPA og DHA hava skjalprógvaða jaliga ávirkan á hjarta og blóðrensl. DHA stimbrar eisini heilavirksemið og sjónina. D-vitamin stimbrar immunverjuna og heldur tenn og beinagrind við líka. A-vitamin stimbrar sjónina og immunverjuna. E-vitamin er ein antioxidantur, ið verjir kyknurnar í kroppinum.