Krem verða brúkt til at mýkja og fyribyrgja turra ella skadda húð, har kremið virkar sum ein verja, sum veitir húðini vætu.
Vit framleiða okkara egna krem. Langa leiðin, frá at kremini verða framleitt og sett á hillina, er sjálvandi allatíð undir neyvum góðskueftirliti.
Øll kremini fáast til keyps í apotekum kring landið.
Heilsan er einans. Vitaminir og mineralir hava stóran týdning fyri okkum, og meðan flestu okkara fáa alt, okkum tørvar við at liva og eta sunt, hava summi tó tørv á einum sindri afturat. Tað er her, at kostískoyti koma til sín rætt – tey geva okkum tað, sum kroppur og sinn hava tørv á fyri hvønn dag at virka væl.
Vit framleiða okkara egnu kostískoyti, og fáast tey til keyps á tínum nærmasta apoteki.
Vit framleiða okkara egnu vørur. Langa leiðin, frá at tablettir, salvur, krem o.a.m. verða framleitt og sett á hillina, er sjálvandi allatíð undir neyvum góðskueftirliti.