23. november 2018
Heilsu- og innlendismálaráðið hevur avgjørt, at tað nú skal verða ókeypis fyri vaksin at koppsetast fyri meslingar, um tey ikki longu eru mótstøðufør ella koppsett.
Landslæknin tilmælti fyrr í ár at bjóða vaksnum føroyingum, ið ikki longu eru koppsett fyri meslingar, ókeypis koppseting.
Fleiri og fleiri tilburðir av meslingum hava verið í Europa seinastu tíðina. Landslæknin mælir til, at øll sum skulu ferðast av landinum, ið ikki longu eru mótstøðufør ella koppsett, verða koppsett.
Persónar, ið hava fylt 18 ár, sum ikki hava havt meslingar og ikki eru koppsett fyri meslingar, kunnu verða koppsett ókeypis fyri meslingar. Koppsetingin verður bjóðað sum ein MFR-koppseting og verður givin beinleiðis hjá lækna.
Les meira um kunngerðina her.