29. oktober 2019

Ókeypis koppseting fyri kikhosta til barnakonur

Heilsumálaráðið hevur avgjørt, at tað frá 26. oktobur 2019 er ókeypis fyri barnakonur at koppsetast fyri kikhosta. Tilboðið er galdandi til 1. februar 2020.

Tilboðið um ókeypis koppseting fyri kikhosta er galdandi fyri barnakonur í viku 32. Tilboðið er eisini galdandi fyri barnakonur, sum eru í viku 33-39, tá tilboðið kom í gildi. Barnakonur, har tað læknafakliga verður hildið, at vandi er fyri barnsburði áðrenn viku 32, kunnu eisini verða koppsettar ókeypis.

Koppsetingin verður bjóðað sum ein DiTeKi-endurkoppseting og verður givin hjá kommunulækna.

Sí tíðindi frá Heilsumálaráðnum her. Kunngerðin sæst her.

Yvirskrift, um tørvur er á tí

Upplatingartíðir