14. desember 2018

Kunningarskriv

Í desembur mánaði vóru umboð frá Tjaldurs Apoteki úti og vitjaðu læknaviðtalurnar í Tórshavn og handaðu teimum kunningarskriv viðvíkjandi ordinatión av forskriftaheilivági í Cosmic.

 
Kunningarskrivið varð handað læknaviðtalunum við tí endamáli at minka um óneyðuga bíðitíð hjá
kundum okkara og at fyri hækka sjúklingatrygdina. Tjaldurs Apotek mælir til, at tær nevndu mannagongdinar í kunningarskrivinum verða nýttar, fyri at fyribyrgja, at feilir verða gjørdir í samband við útflýggjan av forskriftaheilivági. Kunningarskrivið varð eisini sent út til læknar á bygd, sum hoyra undir økinum hjá Tjaldurs Apoteki og til læknar á Landssjúkrahúsinum. Kunningarskrivið kann takast niður her á síðuni.
 

Kunningarskriv novembur 2018

Yvirskrift, um tørvur er á tí

Upplatingartíðir