20. mai 2019

Heilivágur fyri skrubb hevur fingið treytað tilskot

Lægemiddelstyrelsen hevur avgjørt, at heilivágurin permethrin fyri skrubb, fær treytað tilskot frá 20. mai 2019.

Lægemiddlestyrelsen hevur mett um tilskotsstøðuna á kremi sum inniheldur heilivágin permethrin í ATC bólkinum P03AC04. Tilskotsstøðan hjá permethrin broytist frá onki tilskot til treytað tilskot. Læknin skal hervið meta um, um sjúklingurin lýkur treytirnar fyri at fáa stuðul, og viðmerkja hetta á forskriftina. Skriva t.d. "Tilskot" í teigin "anden information" í Cosmic.

Permethrin 5 % krem (m.a. Nix krem) er sambært blaðnum Rationel Farmakoterapi nr. 2, 2019 ”Behandling og forebyggelse af fnat” fyrsta val í viðgerðini fyri skrubb.

Les meira um avgerðina hjá Lægemiddelstyrelsen her.

Yvirskrift, um tørvur er á tí

Upplatingartíðir